Venjing hjá børnum undir skúlaldur byrjar 30 apríl

IMG_0139Venjingin hjá børnum undir skúlaaldur byrjar mánadagin 30 apríl kl 16.30 við vøllin við Løkin. Øll børn – gentur og dreingir eru hjartaliga vælkomin at vera við. Einasta treytin er at minst eitt foreldur er við hvørjum barni til venjingina.

Fyrsta dagin verður gjørt okkurt serligt burturúr. Børni fáa okkurt gott at eta og drekka og foreldrini fáa kaffi og okkurt gott afturvið.

Onkrir av Effoleikarunum verða til steðar og fáa høvi at vísa sítt fótbóltskynstur fyri børnunum.

Vant verður einaferð um vikuna frá kl 16.30-17.30.

Luttøkugjaldið er 300 kr. Tá hetta er goldið fáa børnini ein bólt ókeypis frá felagnum, sum tey skulu hava við sær til hvørja venjing.

Verið hjartaliga vælkomin
IMG_9677
Ungdómsnevndin

Líknandi tíðindi