Venjaraskeið hjá FSF í 2013

Niðanfyri er yvirlit yvir venjaraskeið, sum ætlanin er at hava í 2013. Hesi skeiðini eru partur av venjaraútbúgvingarskipanini hjá FSF. Neyvari lýsing av skeiðunum og innbjóðing verður løgd á heimasíðuna so hvørt.

Skeiðini eru treytaði av nóg góðari undirtøku. Og er tørvur á tí, vegna góða undirtøku, verður okkurt skeiðið endurtkið.

Skeið Dagar Stað Freist
B1 18-20. januar Tórshavn 14. januar
B1 1-3. februar Leirvík 14. januar
B2 8-10. feb & 15-17. feb Tórshavn 28. januar
B3 1-3. nov & 15-17. nov Tórshavn 21. oktober
B4 14. mars til 13. juni Tórshavn 25. februar
B-próvtøka 1. september Tórshavn 19. august
B-próvtøka 7. september Eysturoy 19. august
M2 22-24 feb & 1-3. mars Toftir 11. februar

GG! Impulsskeið eru ikki avtalaðið enn, men verða lýst so hvørt.

*) Kvinnur sum venjarar

Í 2012 bjóðaði FSF kvinnum ókeypis venjaraskeið. Hetta fekk heilt góða undirtøku. Hetta tilboðið stendur eisini við í 2013.

Endamálið at fáa fleiri kvinnur at útbúgva seg sum venjarar.

Málmansvenjaraútbúgvingin

Í 2012 var á fyrsta sinni eitt M2 skeið í Føroyum. Hetta er eitt framhald av M1, sum nú er partur av B2 venjaraskeiðinum. M2 skeiðið verður boðið út aftur í 2013.

Ungdómsnevndin hjá NSÌ sendir regluliga ungdómsvenjarar felagsins á venjaraskeið og rindar eisini luttøkugjaldið.

Líknandi tíðindi