Úr skotgrøvini: Niels Petersen, TB

Undan dystinum mót TB sunnudagin hava vit vent okkum til Niels Petersen, TB-fjeppara og eldsál handan TB-heimasíðuna og TB-Studio.

Navn og aldur?
Niels Petersen, 33 ár

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt?
Havi spælt fótbólt í nógv ár, men ongantíð á hægri støði.

Tín yndisleikari hjá TB? – nú og/ella fyrr
Yndisleikari mín í TB er uttan iva Óli Johannesen.

Størsta løtan við TB?
Størsta løta mín við TB er síðsta leikumfar í 1.Deild í fjør, tá Súni Fríði Barbá minkaði um munin á Argjum, og Bojan Timic slerdi uppflytingina fasta, við síðsta sparki í okkara dysti við Margáir. Um nakað er magiskt, so var handan løtan sannuliga tætt við.

Sunnudagin møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
Vit vitja við Løkin sunnudagin, og hóast mong tosa um, at tit hava mist eina ørgrynnu av leikarum, og ikki eru so sterkir sum undanfarin ár, so eri eg onga løtu í iva, at okkara als ikki fara at taka lætt uppá uppgávuna.
NSÍ hevur samansjóvað ein hóp av egnum leikarum. Ungum sum eldri, og er tað nakað, ið Runavíkingar eru kendir fyri, so er tað at kempa.

Vit TB fjepparar minnast enn, tá Jóhan Petur Langgaard hamraði bóltin í trýkantin, og sløkti seinastu vónina hjá Skurðunum úr Gøtu. Árið var 1987, og úrslitið, 3-1 til NSÍ hevði við sær, at TB blivu Føroyameistarar.

At vit koma at møta einum stríðssinnaðum NSÍ liði sunnudagin, eri eg onga løtu í iva um, og møguliga verður tað ikki tað fínpoleraða fótbóltspælið, vit kunnu vænta okkum. Hóast tað er tíðliga í kappingini, so er týdningurin av dystinum stórur.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Profilarnar sunnudagin verða møguliga Igor Grkajac, fyri TB, og fyri NSÍ, so er torført at koma uttanum málkongin frá í fjør, Klæmint A. Olsen.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Vænti ein tættan dyst, sum TB vinnur 2-1.

Líknandi tíðindi