Betri-liðini

Úr skotgrøvini: John Eystberg, FC Suðuroy

Í skotgrøvini hugleiðir John Eystberg millum annað um tveir dystir móti NSÍ, har annar var ein stórsigur til VB í 1994 og manglandi fótbóltsleikarar í besta aldri hjá NSÍ.

Navn og aldur?
John Eystberg, 40 ár.

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt?
Ja, eg havi spælt, síðani eg var 6 ár til í fjør, tey flestu árini við VB. Fekk debut á besta liðnum hjá VB í 1990 og spældi seinasta dyst í bestu deildini fyri VB (VB/Sumba) í 2005.

Tín yndisleikari hjá FC Suðuroy/VB? – nú og/ella fyrr.
Í dag haldi eg besta leikaran hjá FC Suðuroy vera Heina Vatnsdal. Fyrr hevði eg fleiri yndisviðleikarar, eitt nú Jan Allan Müller, Egill Steintórsson og Pól Thorsteinsson fyri at nevna nakrar.

Størsta løtan við FC Suðuroy/VB?
Størsta løtan við VB var, tá ið liðið gjørdist føroyameistarar í 2000. Aðrar góðar løtur hava eisini verið, og vil eg nevna tvær móti NSÍ. Fyrru fer í 1994, tá ið vit spældu í næstbestu deildini, tí ogor ryktu niður í 1993. Tá spældu ogor móti NSÍ í Vági og vunnu 10-0. Eg haldi ogor settu eina merkisverda rekord tann dagin, tí ogor skoraðu til 1-0 í 6. minutti, og støðan var 6-0, tá ið 15 minuttir vóru farnir. Ogor brúktu altso einans 9 min. um at skjóta 6 mál.

Seinni dysturin móti NSÍ, sum eg minnast sera væl, var í 1995, tá ið ogor við rygginum móti múrinum vunnu 3-0 í Runavík. Ogor lógu langt aftast eftir fyrru hálvu, men við einari seinnu hálvu, har einans GÍ fingu fleiri stig enn ogor, kláraðu ogor at halda ogon í bestu deildini.

Mánadagin møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ sær út til at vera í gongd við eitt ættarliðsskifti, og hevur tað ógvuliga trupult. Nakrar gamlar rottur verða tó brúktar enn fyri at stýra liðinum, har hugsi eg um Helgi L.P. og Sjúrð, men tað sær út til at vera ov lítið. Tað er nokk av talenti í Runavík og omegn, sum altíð, men tað mangla fleiri royndir leikarar. Eitt ættarliðsskifti má ikki henda ov knappliga, og á liðinum hjá NSÍ er bert ein leikari ímillum 25 og 34 ár, og tann leikarin hevur spælt 32 min. tilsamans!!! í bestu deildini í 10 ár. So har mangla alvorliga nógvir spælarar í, eftir mínari meting, allarbesta fótbóltsaldri.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum mánadagin?
Árni Frederiksberg, sum eg haldi er ein frálíkur spælari, Helgi, um hann er við. Hjá FC S vænti eg at Jón Krosslá Poulsen fer at gera seg positivt bemerktan, saman við Heina Vatnsdal.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
2-0 til FC Suðuroy.

Líknandi tíðindi