Úr skotgrøvini: Heini Festirstein, EB/Streymur

Í skotgrøvini hava vit Heina Festirstein, sum á ungum áðrum hevði góðar dagar í álopinum hjá EB. Hann hugleiðir um nógvar góðar løtur við EB/Streymi og eina minni góða…
Navn og aldur?
Heini Festirstein, 42 ár
Hevur tú sjálvur spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Eg spældi við Eiðis Bóltfelag upp gjørnum barnaárini, til eg kom alvorligs til skaða sum 19 ára gamal, har fótbólturin og nógv annað bleiv lagt á hyllina. Plagdi at spæla bæði á miðuni og í álopinum, mest í álopinum. Eg kundi hava onkrar góðar dagar, um eg sjálvur skal siga tað…
Tín yndisleikari hjá EB/Streymi? – nú og/ella fyrr.
Sorin Angel, hann hevur verið okkum sera góður og trúgvur.
Størsta løtan við EB/STreymi?
FM 2008, men har eru fleiri aðrar eisini, serliga hugsi eg um steypafinalurnar, vit hava vunnið í 2007, ’08, ’10 og ’11.
ps. tann ringasta løtan var í 2006 – tit vita, hvat hendi tá…
Í annaðkvøld møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt. 
NSÍ hevur altíð haft eitt gott og væl skipa lið, sum øll feløg hava stóra respekt fyri. Teir hava eisini fostrað mangan landsliðsleikara gjørnum árini, so tit gera okkurt rætt.
Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í annaðkvøld?
Hjá okkum vænti eg, at Hans Pauli ella Arnbjørn kunnu avgerða dystin. Hasin Klæmint hjá tykkum er ein farlig typa, sum kann gerast ein hóttan, men so er tað gott, at vit hava Rene í málinum.
Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Eg vænti ein góðan og javnan dyst, har eg vóni og vænti, at vit taka øll stigini, men einum javnleiki hevði eg heldur ikki mist svøvnin av.

Líknandi tíðindi