Úr skotgrøvini: Eyðun Klakstein, KÍ

Spenningurin er longu byrjaður undan steypabrakinum móti KÍ í Klaksvík 2. páskadag. Vit hava vent okkum til fjølbroytta fótbóltskøna fjølmiðlamannin, leikaran og venjaran Eyðun Klakstein.

Navn og aldur?
Eyðun Klakstein, 39 ár

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt, og hvar á vøllinum?
Havi spælt, síðani eg var smádrongur – og spæli enn. Havi fyri tað mesta spælt á framrættaðu plássunum.

Tín yndisleikari hjá KÍ? – nú og/ella fyrr
Gjøgnum tey 30 árini, eg havi fylgt við ella verið beinleiðis partur av KÍ-liðnum, hava tað verið nógvir góðir spælarar í felagnum. Eg kann ikki peika á ein einstakan spælara sum yndisspælara, men eg kenni kanska nakað serligt fyri teimum spælarunum, sum eg havi vant í ungdómsfótbólti ígjøgnum nógv ár, og sum nú eru komnir á besta liðið ella eru við at koma á liðið. Har eru spælarar sum Sørmund Kalsø, Ivan Joensen, Johan Jacobsen, Ísak Simonsen, Gunnar Christiansen, Heðin Klakstein og fleiri.

Størsta løtan við KÍ?
Tað hava verið sera nógvar góðar løtur. Tær mest minniligu løturnar hava sjálvsagt verið, tá ið eg havi verið við til at vinna gullheiðursmerki – antin føroyameistarheiti sum spælari ella venjari ella steypakapping. Hinvegin dámar mær eisini væl at hava fótbóltin sum part av gerandisdegnum og at fara á vøllin til bæði venjingar og dystir – eg skal ikki kalla tað stórar løtur, men tað eru góðar løtur.

Mánadagin møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ hevur seinnu árini staðið fyri góðum og positivum fótbólti. Nú er ein viss útskifting farin fram á liðnum, og styrkin er ikki tann sama, sum hon var fyri nøkrum árum síðani. Men hinvegin hevur NSÍ nú møguleikan at menna eitt nýtt lið, sum kann gera seg galdandi frameftir.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum mánadagin?
Bæði liðini hava profilar, sum kunnu fáa avgerandi týdning fyri úrslitið. Hjá NSÍ hugsi eg serliga um málmannin Kristian Joensen og álopsspælaran Klæmint Olsen. KÍ-liðið er ein góð og sterk eind, men liðformaðurin Hjalgrím Elttør er aftur í ár ein týdningarmikil spælari á liðnum.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Eg rokni við einum tøttum dysti, har KÍ vinnur við einum máli.

Mynd: Heðin Weihe

Líknandi tíðindi