Úr skotgrøvini: Árni Vang, ÍF

Nú kappingarárið í Effo-deildini fer í gongd sunnudagin, hava vit vent okkum til ein fjeppara í útlegd hjá mótstøðuliðinum, Árna Vang, lærara í Horsens.

Navn og aldur?
Árni Vang, 36 ár.

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt?
Ja, men tá man ikki kann brúkast sum útileikari, so blívur man málmaður, og tá tað heldur ikki fløskar seg, so blívur man dómari.

Tín yndisleikari hjá ÍF? – nú ella fyrr
Ábraham Løkin

Størsta løtan við ÍF?
Føroyameistari í ’79, sjálvt um eg ikki minnist tað.

Sunnudagin møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
NSÍ hevur skift nógv út vegna fíggjarligu støðuni. Teir vera ikki í niðurflytingarvanda, men tað tryggja teir ikki fyrr enn 2-3 síðsta umfar.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Klæmint Olsen er ein sera dugnaligur leikari, og hann er altíð vandamikil. Rokni eisini við at Helgi L. Petersen fer at leiða hinar framm á vøllin, ella at, sum eg vóni, hann fer at royna at byrgja upp fyri einum skræðli.
Dánjal á Lakjuni er eitt stórt “talent”, sum uttan iva fer at gera nógv um seg í ár, og tað fer hann eisini sunnudagin. Løkin-mennirnir verða eisini ein marra fyri NSÍ í Fløtugerði.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Ein leikari, sum ikki fer at verða eyðsýndur verður Jákup Mikkelsen, men tað verður, tí at hann ikki fær nógv at gera – kanska eina góða bjarging ímóti endanum av dystinum, og tí fer ÍF at vinna 3-0.

Líknandi tíðindi