Betri-liðini | Fjepparin

Úr skotgrøvini: Steinbjørn V. Olsen, AB


Undan dystinum í morgin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Steinbjørn V. Olsen.

Navn og aldur?
Steinbjørn V. Olsen, 37 ár.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Eg spældið í fjórðu deild, sum tað æt tá, var bakkur og onkuntíð í málinum.

Tín yndisleikari hjá AB?
Ja, Eystein S. Olsen, beiggi mín, sum var málmaður.

Størsta løtan sum AB-fjeppari?
Í 2006, tá AB kom upp í bestu deildina fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Avgerðin fall í einum heimadysti móti FS Vágum – tað var tvey ella trý umfør, áðrenn kappingn varð liðug.

Í morgin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
Teir hava ein øgiligan stríðsvilja og trúgva uppá tað.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í morgin?
Hjá AB verður tað Heðin Stenberg í málinum. Og hjá NSÍ verður tað nokk Christian Høgni.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður í morgin millum AB og NSÍ?
NSÍ fær tað ikki lætt. AB fær so í hvørt fall stig í morgin. Lat meg siga, at AB vinnur.

Líknandi tíðindi