Betri-liðini

Úr skotgrøvini: Sjúrður Skaale

Sjurður Skaale um særda djórið NSÍ, meðan Boney M rungar onkustaðni í bakgrundini…

Undan dystunum spyrja vit eitt viðhaldsfólk hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar

Navn og aldur?
Sjúrður Skaale – 44 ár

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Ikki nøkur stór ella drúgv karriera, men rætt skal vera rætt: Eg spældi við HB í pilta- og smádreingjadeildini. Viðhvørt høgri bakkur, viðhvørt í miðjuni.

Tín yndisleikari hjá HB?
Fróði er góður uppá nógvar mátar. Tekniskt, taktiskt – og so stríðist hann eisini væl.

Størsta løtan sum HB-fjeppari?
Tá eg var 12 vann HB føroyameistaraheitið við at vinna 2-1 móti TB á Tvøroyri. Og sí – tað var stórt! Suni Jacobsen og Kári Nielsen skoraðu, og øll (ella næstan øll) Havnin sang “tvey eitt til HB” við lagnum á tí tá aktuella Boney M-hittinum Brown Girl In The Ring 🙂

Sunnudagin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
Í Fjør var tað líka nógv NSÍ, ið tapti føroyameistaraheitið, sum tað var HB, ið vann tað. Tað má hava verið beiskt, so NSÍ er eitt sært djór – og tey eru farlig!

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Tað verða vælsaktans teir báðir toppskorararnir.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður sunnudagin millum HB og NSÍ?
Tjae. Nú hevur HB tvær ferðir tapt 2-0 móti eysturoyarliðum í ár – enntá á heimavølli. So tað sær ikki gott út… Tað skerst í hvussu er ikki burtur, at NSÍ eru favorittar.

Líknandi tíðindi