Betri-liðini | Fjepparin

Úr skotgrøvini: Hans Jacob Hjelm, FC Suðuroy


Undan dystinum leygardagin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Hans Jacob Hjelm.

Navn og aldur?
Hans Jacob Hjelm, 39 ár.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Ja, jeg spældi sum yngri og so í 2. og 3 deild og old boys, altíð í álopinum.

Tín yndisleikari hjá FC Suðuroy?
Jan Aller Müller er absolut tann besti spælarin, sum VB nakrantíð hevur fostrað. Á liðnum nú er Heini Vatnsdal ein klassaleikari. Tað er ótrúligt, at hann ikki er innkallaður til landsliðið. Hann er stórur og  skjótur. Hevur verið nakað darvaður av skaðum, men hevur eina bjarta framtíð.

Størsta løtan sum FC Suðuroy-fjeppari?
Í 2000, tá vit blivu føroyameistarar við VB. Vit vunnu 2-1 í Gundadali móti B36. Tað var ein stór løta áðrenn, undir dystinum og aftaná. Tað var blikalogn, tá vit silgdu inn á Vág. Tað var eitt perfekt døgn.

Leygardagin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
Teir hava altíð satsa uppá egna framleiðslu. Øll hesi árini hava teir havt eina sterka stammu av lokalum leikarum koyrandi, og so heintað profilar inn eisini. Felagið hevur eitt gott ungdómsarbeiði.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum leydagin?
Chr. Høgni verður nokk ein av teimum. Hann hevur spælt væl og víst vegin. Eg haldi, at man skal leggja merki til Heina Vatnsdal hjá FC Suðuroy. Hann er farin av miðjuni aftur í verjuna, og tað er kanska eitt sindur spill av ressursum, men hann verður eyðsýndur.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður leygardagin millum NSÍ og FC Suðuroy?
FC Suðuroy fær ein sveran dyst, men skal man gera seg galdandi í Vodafonedeildini, skal man gera ein vørr fyrr ella seinni. Og kanska tað verður leygardagin móti NSÍ. So eg sigi 2-1 til FC Suðuroy.

Líknandi tíðindi