Betri-liðini

Úr skotgrøvini – Georg L. Petersen

Hann hevur ringar royndir av NSÍ sum yngri – tíðindamaðurin og B36-arin Georg L. Petersen…

Undan dystunum spyrja vit eitt viðhaldsfólk hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar

Navn og aldur?
Georg L. Petersen, 44 ár

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt?
Havi spælt í B36 sum yngri, og var málmaður.

Tín yndisleikari hjá B36?
Yndisleikarin í dag er Róaldur Jacobsen – ein tekniskt góður leikari, sum eisini hevur eitt ótrúliga gott skot. Annars minnist eg Hugin Samuelsen sum ein fantastiska góðan spælara, hóast hann nokk hevði toppað, tá eg fór at fylgja veruliga við.

Størsta løtan við B36?
Tað var, tá B36 gjørdist meistarar í 1997 eftir 35 ára oyðimarkargongd – tað var fantastiskt.

Sunnudagin møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
Mær hevur ongantíð dámt at møtt NSÍ, men eg haldi tað er av persónligum royndum sum yngri, tá Jens Martin og hinir ofta gjørdu okkum lívið súrt. Í ár sær NSÍ liðið sterkt út, hóast nakað viknaðir frá í fjør. Teir tykjast rættiliga disiplineraðir.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Christian Høgni Jacobsen er altíð góður hjá NSÍ, meðan eg trúgvi at Lukasz Cieslewiecz altíð er eyðsýndur og vandamiklil hjá B36.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
B36 vinnur 2-1

Líknandi tíðindi