Betri-liðini | Felagið

Upptakt: NSÌ-Fulham – samrøða við Paula Poulsen venjara hjá NSÌ

Hvørjar eru vónirnar til dystin móti Fulham?

Vit hava góðar vónir. Vit hava havt nakrar góðar venjingar síðani vit kom heim úr London, so allir leikararnir eru klárir til dystin.

Verður taktiska uppleggið øðrvísi enn í fyrsta dystinum?

Til dystin á Craven Cottage, spældu vit við einum miðvølli, sum lá kompaktur og arbeiddi sera  væl saman við verjuni. Hetta gjørdi at vit í verjupartinum gjørdu eitt gott arbeiði. Í seinna hálvleiki høvdu vit ávisar trupulleikar við at hava bóltin á liðnum. Til hendan dystin vóna vit at verjuparturin er eins góður, og at vit megna at hava bóltin meira á okkara liði, tá vit vinna bóltin

Eru tað nakrir ávísir leikarar NSÌ skal ansa serliga væl eftir?

Hetta er eitt lið sum arbeiður við høgari leikferð, og hevur góðar leikarar á øllum plássum. Tí er tað tørført at tosa um einstaklingar á teirra liði. Men út frá seinasta dysti, sóu vit at Brede Hangeland og Danny Murphy eru teir meiri stýrandi leikararnir, meðan Damien Duff og Andy Johnson í teirra framrættaða spæli, góðu okkum trupulleikar í millum okkara verju og miðvøll.

Eru allir NSÌ leikararnir klárir ?

Vit hava allar leikararnar tøkar til dystin

Hvat er eitt gott úrslit fyri NSÌ?

Òmetaliga torført at siga hvat er eitt gott úrslit, tí mótstøðan er sera stór og krevjandi. Seinasta dyst raktu allir okkara leikarar dagin og arbeiddu sera væl. Tì vóna vit at tað samlaða avrikið  blívur eins gott og helst betri hósdagin á Svangaskarði

Hvønn týdning hevur tað at so nógvir áskoðarar sum møguligt koma at stuðla liðnum í morgin?

Sera nógv at siga fyri allar leikararnar, at teir merkja at tað er eyka stuðul rundan um vøllin, men tað hevur eisini nógv at siga fyri føroyskan fótbólt, at áskoðarar hava møguleikan at síggja eitt lið úr Premier League í Føroyum

Hvønn týdning metir tú tað hava at NSÌ og onnur føroysk lið koma at royna seg útíi í Evropa?

Flestu leikarar og feløg í Vodafone deildini, ynskja at sleppa at royna seg úti Evropa hvørt ár, tí hesar uppgávur eru størri og meiri krevjandi enn tær sum leikarar og lið møta í Vodafone deildini. Hetta er royndir sum føroyskur fótbóltur mennist sera nógv av.

Líknandi tíðindi