|

Upptakt: Ein áskoðarafrásøgn ur London í síðstu viku

Ein áskoðarafrásøgn úr London – Annika Klein

Tá greitt varð, at NSÌ skuldi spæla ímóti Fulham í Europa League, avgjørdu eg og vinkonan Jóhanna, at um leiguferð bleiv fyriskipað, skuldu vit fara við til London.

Týsmorgunin 28.06.2011 kl 10.15 sótu vit umborð á Atlantic Airways ávegis til London.

London er ein spennandi býur, og vildu vit náa so nógv sum møguligt uppá hesar dagarnar. Teir mannligu áskoðararnir fóru sightseeing runt London, ímeðan vit gentur vildu sleppa á Oxford Street at shoppa J

Stemningurin var super góður tá vit øll ílætin gul/svørt stóðu á áskoðara plássunum á Craven Cottage. Hóast vit ikki vóru so mong í tali, royndu vit at gera okkara besta við at stuðla okkara monnum á vøllinum, við sangi og rópi. Onkur sangur bleiv eisini gjørdur í London J

Tann mest rørandi løtan mundi fyri meg vera, tá lítlibeiggi Andrias à Líknargøtu ímóti dystarenda fekk møguleikan at spæla sínar fyrstu minuttir, á besta liðnum hjá NSÌ.

Sera stuttligt var at uppliva tann góða stemmningin ið var á Craven Cottage hetta kvøldið og vóru vit NSÌ áskoðarir, sera væl nøgdir við úrslitið. Eftir dystin var tað ein stór løta at Fulham áskoðararnir klappaðu fyri okkum áskoðarum, fyri góða innsatsin, vit høvdu gjørt hetta kvøldið, fyri okkara leikarum. Nógvar myndir blivu eisini tiknar saman vid gul/svørtu áskoðarunum og práta bleiv dúgliga við nógvar Fulham fjepparar.

So við og við bleiv meira tómligt uttanfyri Craven Cottage. Nakrir Fulham fjepparir stóðu og bíðaðu, hopaðu at fáa autograf frá óføru NSÌ leikarunum. Eftir hetta, blivu vit øll bjóðaði yvir á NSÌ hotellið, har vit hugnaðu og prátaðu til langt út á kvøldið.

Dagin eftir, gekk leiðin aftur á Gatwick Flogvøllin, har flogið var heimaftur eftir ein FANTASTISKAN góðan túr, sum avgjørt verður gjørdur aftur, næstuferð NSÌ fer út í Europa at spæla. J

Spennandi verður hósdagin, tá vit møta Fulham á Svangaskarði, og vóni eg at vit fáa gott veður, nógvar lívligar áskoðarar sum koma at seta dám á….og vit skorða 🙂

KOYR Á NSÍ

 

Líknandi tíðindi