U14 gentir

U14 gentir hjá NSí hava lagt saman við B68 gentum. Felagsliðið eitur B68/NSÍ og Pól Helgi Jacobsen er venjari.

Gentirnar spæla í meistarabólkinum, og fyrsta kapping hjá felagsliðnum verður leygardagin 18.mai Víkingur hevur hesa kappingina. Liðini sum spæla í Gøtu/Leirvík eru: HB, KÍ a, B68/NSÍ og Víkingur.

Hini liðini í meistarabólkinum eru: EB/Streymur, Skála, B36 a og B71. Fyrsta kapping hjá teimum er á Sandi.

Í samband við at liðini hava lagt saman, verður foreldrafundur saman við leikarum mánakvøldið 20.mai kl 19.30 í B68 húsinum.

Møti fjølment.

Líknandi tíðindi