Felagið

U-15 landsliðið tapti fyrsta dystin í Brøndby Cup 2011

Føroyska U-15 landsliðið luttekur í hesum døgum í Brøndby Cup í Danmark. Føroyingarnir luttaka í úrvalskappingini (elitecup). Hetta er ein sera sterk kapping tí talan er um leikarar sum koma at mynda sterku donsku feløgini og landsliðini í framtíðini.

Í innleiðandi umfarinum er Føroyar í bólki við Vejle, AB og Lyngby.

Fyrsti dysturin hjá liðnum var á skránni í dag og máttu føroyingarnir leggja rygg til eitt 2-0 tap móti Vejle.

Sigurin hjá Vejle var fult uppiborin og var tað ikki fyri einum góðum føroyskum málverja Karstin Hansen, so hevði tapið verið munandi størri.

Føroyingarnir fylgdu rímuliga væl við fyrstu løtuna, men sum hálvleikurin leið stýrdu Vejle leikararnir tí mesta. Teir vóru bólttryggari, skjótari og í flestum førum eisini væl kropssterkari enn føroyingarnir.

Vejle legði seg á odda 1-0 stutt fyri hálvleik. Føroyska verjan megnaði ikki at fáa bóltin av vandaleið í okkara brotsteigi. Bólturin var lagdur fyri føturnar hja einum Vejle leikara sum við góðum skoti setti bóltin trygt í netið.

Yvirtakið sum Vejle hevði í fyrra hálvleiki var størri í seinna hálvleiki. Bólturin var mesta partin av tíðini á føroysku hálvuni. Tað tyktust sum at okkara menn vóru sera troyttir. Dysturin var spældur í 25 stig hita og at teir eisini spældu á grasi, sá út til at darvað spælinum almikið.

Tá umleið 10 min vóru leiktir av seinna hálvleiki løgdu danir seg á odda 2-0. Teir fingu beinleiðis fríspark uttanfyri føroyskan brotsteigin. Skotið var uppum okkara verjumúr og upp í handara horn. Eitt sera vakurt mál.

Einki mál kom afturat og dysturin endaði 2-0 til Vejle.

Í morgin skulu føroysku dreingirnir spæla móti AB kl 14.00 og vónandi kunnu teir bíta meira frá sær.

Hagtøl. Føroyar U-15 – Vejle 2-0 (1-0)

Liðið hjá Føroyum. Karstin Hansen málverji (NSÍ). Miðverjuna mannaðu Jákup Hansen og Bartal Wardum úr HB. Á bakkunum vóru Hilmar Leon Jakobsen (HB), Rói Olsen (EBS). Á sentrala miðvøllinum vóru Aron Clementsen (B71) og Betuel Hansen (NSÍ). Kantarnir mannaðu Esmar Clementsen (B68) og Levi Jøkladal (ÍF). Sunvard Hansen (Víkingur) og Meinhard Olsen (NSÍ) mannaðu álopið.

Í seinna hálvleiki komu Høgni E. Nielsen (07V), Ari Mohr Olsen (B71), Jákup L. Thomsen (HB), Jákup Andreasen (KÍ) og Erlendur Magnusson (B36) eisini á vøllin.

Myndir koma seinni….

Dystarfrásøgn úr Brøndby. Egil Olsen

Líknandi tíðindi