U-17 landsliðið tepurt 1-0 tap móti Onglandi

U17 landsliðið, dreingir, hjá Føroyum er í hesum døgum við til NM fyri U-17 landslið í Hamar í Norra.

Til hesa kapping eru norðanlondini við umframt England sum gestalið.

Føroyar møttu í dag Englandi og vistu vit undan dystinum at her skuldi alt fella til okkara fyrimun um vit skuldu vinna dystin, men mest av øllum var málið at vit ikki gjørdu býttar feilir umframt at innsatsurin frá hvørjum einasta leikara var minst 100%

Teir føroyingar, ið høvdu leitað sær til Brumuddal stadion, Hamar, Norra, sóu eisini 11 føroyingar ið stríddust alt teir áttu og eitt sindur afturat.

Fyrstu løtuna í fyrra hálvleiki vóru England greitt omaná, men um hálvan fyrra hálvleik mentust okkara, og komu vit til tveir 100% kjansir, men heldur enn at vit skoraðu fingu England mál stutt fyri hálvleik.

Fyrri hálvleikur var eitt mannfólka avrik av teimum heilt góðu. Menn fóru eftir at vinna allar bóltar og tískil stressaðu føroyingarnir onglendingarnar væl.

Í seinna hálvleiki var meira javnt, men orkan hjá okkara monnum byrjaði at ganga undan. Vit høvdu bóltin nógv, men fingu ikki spælt okkum fram til teir heilt stóru kjansirnar.

Tískil endaði dysturin við einum 1-0 tapi. Góður innsatsur av dreingjunum.

Úrslitið er tað besta hjá Føroyum móti Onglandi í fleiri ár. Í 2009 taptu Føroyar heili 8-0, í 2011 4-0, í 2012 2-0 og nú 1-0.

Hin dysturin í okkara bólki millum Norra 1 og Finnland endaði við javnleiki 1-1. Í morgin kl 18.00 spæla Føroyar móti Norra meðan Ongland møtir Finnlandi.

Liðið í dag: 1. Karstin Hansen, 3. Hilmar Leon Jacobsen (75. min Pól Fláaberg), 4. Høgni E. Nielsen, 5.Bartal Wardum 2. Jóhan Waag Høgnesen 8. Betuel Hansen 6. Rói Olsen 11. Teit Jacobsen(65. min Ari Krosslá Poulsen), 10. Meinhard E. Olsen, 12. Jan á Høgaryggi (75. min Levi Jøkladal), 11. Jákup Ludvig Thomsen (60. min Petur Knudsen)

Á beinkinum uttan at koma inn: Andrias Poulsen, Heri Mohr og Símun Johan Wolles

NSÍ-ararnir stóðu seg sera væl í dystinum. Betuel Hansen, liðskipari, Meinhard E Olsen og Karstin Hansen byrjaðu inni. Petur Knudsen kom inn um miðjan seinna hálvleik, meðan Andrias hevur trupuleikar við rygginum, og kom ikki inn í dag.

Dystarfrásøgn: Johnny Lamhauge

Líknandi tíðindi