EM U-17 Eysturríki: Føroyar tapti fyrsta dystin 3-0 móti Sveits

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi í gjár fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Eysturríki. Mótstøðuliðið var Sveis, og endin gjørdist, at sveisar vunnu dystin 3-0.

Tað vóru ikki spæld meir enn 12 sekund av dystinum, so lá bólturin í føroyska málinum. Eftir skjótt uppspæl í vinstru, varð bólturin sendur væl innfyri, og úr fimm metrum skallaði Kilian Pagliuca Sveis á odda.

Eftir sjokkbyrjanina komu føroysku dreingirnir meir við í dystin, og løtu seinni var Benjamin Heinesen millimetrar frá at javna fyri Føroyar. Men saksasparkið frá Benjamin brast á tvørtræið og niður í svørðin og so spudist ikki meir burturúr.

Fleir mál komu ikki fyri steðgin, men størsti dramatikkurin í fyrra hálvleiki var tá miðverjin Leivur Højgaard fekk eitt spark beint omanfyri vinstra eyga. Leivur noyddist av vøllinum og bleiv koyrdur beinleiðis á skaðastovuna, har hann varð seymaður. Enn er óvist hvussu verður við Leivur Højgaard næstu dystirnar, men hann hevur tað gott og fer væntandi at luttaka í næstu venjingunum.

Góður hugburður og vinnaravilji
Eftir steðgin byrjaðu sveisar aftur við fullari ferð, og longu eftir trimum minuttum gjørdist Marsel Stevic leysur, og umvegis stongina bleiv støðan 2-0 til Sveis. Restina av dystinum leikaði javnt á, uttan teir heilt stóru málmøguleikarnar.

Í móti endanum royndu okkara dreingir at trýsta, fyri at minka um munin, men ístaðin økti Marco Trachsel til 3-0, tá spældir vóru tríggir minuttir út yvir vanligu leiktíðina. Dómarin bríkslaði av og bólturin varð ikki givin uppaftur.

Annar av venjarunum hjá føroyska U17-landsliðnum, Áki Johansen, var sjálvandi ikki nøgdur við úrslitið, men lat tó væl at stórum pørtum av dystinum.

– Úrslitið var heldur óheppið, sæð ímun til leikgongd og innsats. Sveis var eitt gott lið, men við eitt sindur av hepni høvdu vit ikki tapt 3-0. Føroyska liðið skapar nógvar góðar støður og eru væl við allan dystin. Serliga havandi í huga, at vit koma afturút longu eftir 12 sekund. Tað, at føroysku dreingirnir ongantíð fella í fátt, er tekin um góðan hugburð og vinnaravilja, og tað eyðkennir hesar dreingirnar. Men tá tað er sagt, so var sigurin til Sveisar ikki óuppiborin, segði Áki Johansen eftir dystin.

Føroyar: 1. Elias Ramussen – 12. Bartal Wardum, 4. Dánjal Godtfred, 5. Leivur Højgaard (14. Aron Clementsen, 17′) og 3. Absalon Heinesen – 6. Jákup F. Hansen, 8. Hákun Edmundsson (liðs.), 2. Benjamin Heinesen, 10. Beteul Hansen og 7. Jógvan á Lað Jacobsen (15. Dan í Soylu, 80′) – 9. Meinhard Olsen (13. Steintór Fagradal, 79′)

Gult kort: Jákup F. Hansen

Emil Rom Madsen, Høgni E. Nielsen, Pól S. Kristiansen og Ari K. Poulsen komu ikki á vøllin.

Føroyska U17-landsliðið spælir aftur í morgin, fríggjadagin kl. 20. Tá verður tað ímóti vertstjóðini Eysturríki, sum í sínum fyrsta dysti spældi málleysan javnleik móti Kypros.

Kelda: www.fsf.fo

Dystarhagtøl: www.uefa.com

Sveits – Føroyar

Mál 3   0
Royndir á málið 7   1
Skot við síðuna av málinum 6   2
Hornaspørk 4   3
Fríspørk 12   11
Gul kort 2   1
Reyð kort 0   0

NB: Vit hoyra úr Føroysku leguni at Leivur hevur tað gott og møguliga er klárur til dystin ímóti Eysturríki i annaðkvøld kl 19.00 (føroyska tíð). Til ber at fylgja dystinum á heimasíðuni www.uefa.com

Líknandi tíðindi