U-17 landsliðið: Plaserings dystur Føroyar – Svøríki 1-6

Undan dystinum vóru dreingirnir uppsettir uppá ikki at enda aftast í kappingini. Dysturin í dag var millum Føroyar og Svøríki, ið bæði endaðu aftast í teirra bólkum.

Vit vistu at sjálvt um Svøríki ikki hevði klára seg væl, so vóru teir sterkir og áleypandi, men um vit fingu skora uppá okkara kjansir, so var møguleikin har.

Í slíkum stuttum kappingum er vanligt at um leikari fær tvey gul kort, so útloysir tað eina karantenu til leikaran. Hetta vóru vit raktir av í dag. Betuel fekk eitt gult kort í fyrsta dystinum, og aftur eitt í triðja dystinum, og hetta hevði við sær at hann ikki slapp at spæla við í dag.

Hansara leiklutur á miðjuni hevur ikki verið til at taka feil av, tí við sínum sera góða bóltførleika og fysisku styrki, hevur hann verið ein av bestu spælarunum hjá Føroyum.

Liðið í dag: Símun Johan Wolles – Pól Fláaberg, Høgni E. Nielsen, Bartal Wardum, Jóhan Waag Høgnesen – Rói Olsen, Petur Knudsen – Hilmar Leon Jacobsen, Meinhard Olsen (liðskipari), Teit Jacobsen – Jákup Ludvig Thomsen

Á beinkinum: Karstin Hansen, Andrias Poulsen, Jan á Høgaryggi, Levi Jøkladal, Ari Krosslá Poulsen, Heri Mohr.
Karantenu: Betuel Hansen

Eins og í fleiri av hinum dystunum, so byrjaði føroyska liðið væl. Við fleiri góðum bóltum upp gjøgnum síðurnar. Men tíverri skora vit ikki málini, ið skulu til fyri at vinna ein dyst, og tá Svenskararnir skoraðu uppá sínar kjansir, so var mótbrekkan strævin.

Í 11 minutti fingu svenskararnir eitt álop sum endaði við máli. Eftir hetta stýrdu teir dystinum. Vit runnu aftaná teimum, og um tað vóru nógvu dystirnir, ið sótu í beinunum ella hvat tað var, er ilt at meta um, men orkan í øllum førum ikki tann sama sum fyrst í vikuni.

Vit royndu tó at halda geistinum uppi, men fingu enn eitt skot fyri bógvin, tá svenskararnir fingu økt til 2-0 í 33. minutti og 3-0 í 37. minutti. Ein lorta hálvleikur har alt bara gekk illa.

Í hálvleikinum bleiv tosað um støðuna og at vit máttu reisa okkum aftur. Menn vóru klárir at taka upp annan hálvleik, men aftur her vóru vit óheldigir.

Annar hálvleikur var stutt fráligin tá ein av føroysku leikarunum var óheppin og beindi bóltin í egið mál. Hetta var ikki tað vit høvdu brúk fyri beint eftir hálvleik.

Eftir hetta trýsti Svøríki ikki so nógv. Teir gjørdu nógvar útskiftingar og vit sloppu í størri mun at spæla bólt enn higartil í dystinum.

Síðstu 10 minuttirnar hendi tó nógv. Svøríki økti til 5-0, síðan minkaði Teit um munin til 5-1, men í mál gleðini hjá okkum, fingu svenskararnir eitt mál beint eftir at vit høvdu skorað, so endaliga úrslitið gjørdist ein 6-1 sigur til Svøríki.

Eitt sera keðiligt úrslit at enda við, tí hetta legði ein myrkan skugga yvir tann góða stríðsviljan vit hava sæð í hinum trimum dystunum.

Um vit síggja burtur frá síðsta dystinum, so sær føroyska liðið slett ikki so galið út. Teir tora at spæla bólt og eru ágrýtnir í verjustøðu.

Í oktober gongur leiðin so til Georgien, har bólkaspælið til EM verður. Mótstøðan sær spennandi út. Føroyar møta: Hollandi, Georgien og San Marino.

Dystarfrásøgn: Johnny Lamhauge

Líknandi tíðindi