U-17 landsliðið ávegis til NM í Norra
Føroyska U-17 landsliðið er nú ávegis til Hamar í Norra, har NM verður spælt hesuferð.
Leikt verður í tveimum bólkum.
Í Bólki 1 eru londini: Føroyar, Norra 1, Finnland og Ongland.
Í Bólki 2 eru londini: Norra 2, Danmark, Svøriki og Ísland
- Leikskráin hjá føroyska U-17 landsliðnum í Hamar:
- Mánadagur 5 august kl 15.00. Føroyar-Ongland á Brumudal Stadion
- Týsdagur 6 august kl 18.00. Føroyar-Norra á Fart Stadion
- Hósdagur 8 august kl 15.00. Føroyar-Finnland á Brumudal Stadion
- Leygardagin 10 august verða plaseringsdystirnir spældir.
Á føroyska U-17 landsliðnum eru fimm leikarar úr NSÍ. Karstin Hansen, Betuel Hansen (nú Silkeborg DK), Meinhard E. Olsen, Petur Knudsen og Andrias Poulsen. Upprunaliga var eisini Michael Przybylski úr NSÍ úttikin, men orsakað av passtrupulleikum kundi hann ikki koma við.
Liðleiðari er Johnny Lamhauge, sum er ein av myndamonnunum á NSÍ heimasíðuni.
Heimasíðan fer at skriva stuttar frásøgnir frá dystunum sum dreingirnir koma at spæla.
Mynd frá vinstru: Meinhard E. Olsen, Karstin Hansen, Petur Knudsen og Andrias Poulsen. Betuel Hansen vantar á myndini, tí hann í løtuni er í Silkeborg.