Felagið

U 17 dreingir: Hepni var ikki við. Georgia- Føroyar 2-0

Hóast talan var um ein javnan dyst, har føroyska liðið í øllum føri hevði uppiborið eina stigið, vunnu vertirnir úr Georgia 2-0 í næsta dystinum í EM-undankappingini

Leygardagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum næsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Tblisi í Georgia. Mótstøðuliðið hesaferð vóru vertirnir fyri kappingini, og hóast talan var um ein javnan og spennandi dyst, var hepni við georkisku vertunum, sum í yvirtíðini staðfestu 2-0 sigurin.

Undan dystinum varð mett, at føroysku liðið av álvara hevði møguleikan at fáa stig ímóti Georgia, og tí vóru vónirnar eisini góðar fyri einum góðum úrsliti.

Føroyska U17-liðið kom eisini væl frá byrjan, men sum fráleið kom Georgia meir við í dystin, og tá eitt korter var spælt løgdu georgiar seg á odda við einum dundurskoti úr eini 20 metrum, ið streyk inn við nærmaru stong. Restina av fyrra hálvleiki stýrdi Georgia dystinum, men veruligar málmøguleikar bleiv tað ongantíð til.

Í steðginum tosaðu venjararnir við stórum stavum, tí okkara kundu meir, enn teir høvdu víst í fyrra hálvleiki, og hetta sá eisini út til at hjálpa.

Størsta málmøguleikan fingu okkara dreingir stutt eftir steðgin. Meinhard Olsen kom at standa væl fyri inni í brotsteiginum hjá Georgia, og spældi bóltin tvørturum, men tíverri fingu hvørki Petur Knudsen ella Hilmar Leon Jacobsen beint bóltin í georgiska málið.

Seinastu løtuna var lagt nógv fyri, fyri at fáa útjavnandi málið. Bartal Wardum, ið spældi í miðverjuni, varð sendur fram í føroyska álopið seinastu løtuna, og tá Føroyar fingu horna í yvirtíðina, varð eisini málverjin, Karstin Hansen sendur fram í georgiska brotsteigin. Men royndin at fáa útjavnandi málið miseydnaðist, og í staðin fóru georgiar avstað við bóltin, og staðfestu 2-0 sigurin.

Tað vóru tí nakrir vónbrotnir føroyskir dreingir, ið komu av vøllinum, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.

Eftir dystin vóru venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen sum heild nøgdir við føroyska avrikið. Kortini vóru løtur í fyrra hálvleiki, ið ikki vóru nøktandi, meðan okkara dreingir eftir steðgin vístu júst tað, ið ein kann vænta av føroyskum landsliðsleikarum.

Føroyska liðið:
Karstin Hansen (GK), Absalon Eliasen, Høgni E. Nielsen, Bartal Wardum, Mikkjal á Bergi, Teit Jacobsen (Jan á Høgaryggi, 55. min.), Rói Olsen, Petur Knudsen, Meinhard Olsen (CAP), Hilmar Leon Jacobsen (Janus Samuelsen, 71. min.) og Jákup L. Thomsen (David Muller, 31. min.)

KELDA: www.fsf.fo

Líknandi tíðindi