U-14 hjá NSÍ vann Adidas Summer Cup 2014
Adidas Summer Cup 2014 er ein uttandura fótbóltskapping sum B36 skipar.
Okkara evnaríka U-14 lið vann gull í sínum aldursbólki.
Sera flott og hjartaliga tillukku.
Ídag spæla vit okkara fyrsta dyst í ár, hann er í Gøtu mótur Víkingi, dysturin byrjar kl 15.00
Aftur í ár er KJ ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru fegin um at KJ blívur við at stuðla felaginum, og takka hjartaliga fyri stuðulin.
Farna kappingarár varð avgjørt at byrja við einum nýggjum venjingar og dystarleisti í felagnum. Hesin leistur fekk navnið “Menningarliðini”. Innihaldið í hesum var at teir sum skuldu leika við 2 deildarliðnum, skuldu vera ungir leikarar sum ein metti høvdu potensiali at røkka besta liðnum hjá felagnum innan rímuliga tíð. Hesin leisturin riggaði somikið væl at…
Nú er greitt at venjaratoymið er styrkt til komandi kappingarár. Eliesar Olsen og Rúni Rasmussen koma at verða partur av venjaratoyminum, og koma at hava ábyrgdina av 1 deild og U21 hjá NSÍ. Vit ynskja Eliesar Olsen vælkomnan til felagið, og ynskja honum og Rúna Rasmussen góða eydnu.
Fundurin byrjar kl. 19.30 í kantinuni í skúlanum við Løkin. Skráin verður sambært lógum felagsins. Sí viðtøkur felagsins niðanfyri: Fundarskrá§ 8.Aðalfundurin verður hildin eftir hesi stevnuskrá: Val av fundarstjóra.Val av skrivara.Formansfrágreiðing (Starvsnevnd) fyri undanfari ár.Grannskoðaður roknskapur verður framlagur til samtyktar.Formansfrágreiðing (Fótbóltsnevnd) fyri undanfari ár.Møgulig uppskot frá nevndini.Innkomin uppskot.Val av starvsnevndarlimum við tiltakslimum.Val av fótbóltsnevnd við…
Marknaðardagurin verður 24 november 2012 í Ítróttarhøllini í Runavík, frá kl. 14.00 – 20.00. Um tit hava hug at verað við, kunnu tit bíleggja borð á tlf. 504761 (Jóna) ella 253866 (Tanja).
Ongar vørur eru í kurvuni