U-14 dreingir:Ójøvn úrslit men liggja væl fyri

Dystarfrásøgn frá NSÍ-Skála, U14 dreingir. Dan Lamhauge

U14 dreingirnir vunnu grannauppgerðina

Seinastu dystirnir hjá U14a hava ikki roynst so væl. Fyrst máttu okkara lúta í steypafinaluni. Dysturin endaði 2-2. Okkara mál skutu Mórits Heini og Sonni. Dysturin mátti avgerast við brotspørkum og har drógu havnardreingirnir longra stráið. Dysturin eftir var móti B68, og har fingu okkara fulla úrtøku, tá teir vunnu 2-1 á Svangaskarði. Málini skutu Mórits Heini og so ein minniligur heilfluktari frá Sonna. Seinasta leygardagin 7. septembur leiktu dreingirnir týdningarmikla heimadysti móti oddaliðnum B36. Dreingirnir úr B36 vístu seg at vera sera grammir og vandamiklir framman fyri okkara máli og vunnu uppiborið 3-0. Hendan dystin skaptu okkara heilt fáar málmøguleikar. Við sigrinum gjørdi B36 eitt risalop móti meistaraheitinum.
Mikukvøldið leiktu dreingirnir útsetta dystin móti HB á heimavølli. HB liggur eisini væl í kappingini. Okkara løgdu fyri sum eitt óløgi. Álopini skolaðu móti HB-málinum. Við eyðkenda og góða samanspælinum broderaðu okkara seg ferð eftir ferð gjøgnum HB liðið. Men tað var ikki fyrr enn seint í seinna hálvleiki, at vit løgdu okkum á odda. Eitt horna kom væl inn fyri málið úr vinstru síðu, og mitt millum allar teir stóru dreingirnar stakk Jógvan Højgaard seg upp og stútaði bóltin í kassan. Eitt forloysandi mál. Nú skuldi bara haldast tætt seinastu minuttirnar. HB dreingirnir, sum so at siga ongan málmøguleika høvdu havt, fóru nú at gúppa bóltarnar oman móti NSÍ málinum. Og mín sann, um ikki tað eydnaðist teimum at fáa bóltin í málið beint áðrenn dómarin floytaði dystin av. Endaliga úrslitið gjørdist tí 1-1, og tað mundu HB leikararnir vera fegnari um. Okkara høvdu uppiborið betur. Men, tá vit ikki megna at skora upp á upplagdar møguleikar, verða vit ofta revsaðir í hinum endanum.
Leygardagin var so lokaluppgerð á skránni, tá vit tóku móti Skála. Skáladreingir hava enn onki stig fingið í kappingini, so okkara vóru greiðir favorittar undan dystinum. Okkara vunnu eisini 3-0, hóast skáladreingir royndust knáir. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Dávid á Roykheyggi okkara á odda. Ein bóltur kom inn fyri málið, og Dávid megnaði í aðru atløgu at smekka bóltin í málið frá stuttari fjarstøðu. Næsta málið kom beint fyri steðgin. Aron dróg fram í høgru síðu og sendi eina góða sending fram til Heðin, sum hegnisliga tók bóltin niður og smekkaði hann í kassan heilt úti við stólpan. Í seinna hálvleiki høvdu okkara eina rúgvu av málmøguleikum, men hepni var ikki við. Kanska manglar eisini at hava ís í búkinum, tá komið verður fram til málmøguleikar. Eitt mál kom tó afturat. Tað var Aron, sum royndi seg við langskoti, og bólturin streyk fram við øllum og inn í málið. Samanumtikið vunnu okkara uppiborið. Kanska kundu teir havt fingið fleiri mál, men sigurin er ikki at forsmáa.
Longu týskvøldið er aftur dystur á skránni. Talan er um enn ein útsettan dyst. Hesaferð gongur leiðin til Norðagøtu, har Víkingur tekur ímóti. Víkingur, HB og NSÍ liggja øll lið um lið í kappingini. B36 er greitt á odda. Tí er hetta ein sera avgerandi dystur í stríðnum um silvurmerkini.
Teir, sum mannaðu liðið móti Skála vóru:
Martin, Petur Sjúrður, Rani, Mórits Heini, Benjamin, Birgir, Sølvi, Kári, Heðin, Aron, Sonni, Steffan og Dávid.

Líknandi tíðindi