Felagið

U-14 dreingir víðari í steypakappingini: NSÍ-B36 5-1

U14 dreingirnir spældu fyrsta dyst í steypakappingini 30 mars móti B36 við Løkin.

Ein vantað ein javnan spennandi dyst. havandi í huga at B36 vann futsal kappingina í vetur.

Men NSÍ liðið var nógv betri enn B36.

Longu eftir 10 min fekk NSÍ fyrsta málið. Sjúrður Pauli Nielsen sum byrjaði á høgra kanti, gjørdist einsamallur við B36 málverjanum og trygt setti hann bóltin í málið 1-0 til NSÍ.

B36 hevði undanvind í fyrra hálvleiki,men teir megnaðu ongantíð rættiliga at skapa teir heilt stóru málmøguleikanar, tó so onkrir vóru, men neyvleikin manglaði.

NSÍ avgjørdi dystin beinanvegin tíðliga í seinnra hálvleiki. Fyrst var tað Jógvan Højgaard sum skoraði til 2-0, aftaná fríspæling frá Mórits Heina.

Og minuttin aftaná smekkað Pætur Hentze við vinstra beini bóltin í kassan, og so var 3-0, og dysturin so gott sum avgjørdur.

NSÍ kundi fingið fleiri mál við teirra málmøguleikum, men ístadin ein verjuvilla í miðverjuni, hjálpti B36 á máltalvuna og so var støðan 3-1.

Mammurnar høvdu nú hug at bíta negl, og eitt sindur nervøsar fyri at B36 skuldi koma inn aftur í dystin.

Men leikarnir vildu tað ørðvísi. Longu í næsta álopi aftaná B36 málið, fekk NSÍ hornaspark. Bólturin kemur innfyri har Mórits Heini Mortensen ótarnaður kann leggja bóltin niður, og via stongina setti hann bóltin í málið til 4-1, og mammunar fingu luft aftur.

Gassið var farið úr B36 liðinum, og NSÍ sat á øllum.

Teir høvdu fleiri málmøguleikar, men neyvleikin vantaði. Tað kom eitt mál afturat, og tað skoraði áleyparin Dávid á Roykheyggi til endaligu støðuna 5-1.

NSÍ liðið tryggjaði sostatt víðari luttøku í steypakappingini har ÍF úr Fuglafirði verður komandi mótstandari.

NSÍ -B36. 5-1

Teir sum mannaðu liðið hendan dystin vóru
Petur Sjúrður Lamhauge, Benjamin Knudsen, Mórits Heini Mortensen (liðsk), Rani Lamhauge, Sjúrður Pauli Nielsen, Kári Hansen, Heðin Nielsen, Sonni Mikkelsen, Pætur Hentze, Meinhard Johansen, Dávid á Roykheggi, Jógvan Højgaard og Sølvi Sigvardsen.

Dystarfrásøgn: Trygvi Mortensen

Líknandi tíðindi