Betri-liðini

Týdningarmikil sigur við Løkin: NSÍ-B68 1-0

NSÍ hevur í kvøld vunnið 1-0 á nærmastu grannunum við Løkin. Christian Høgni skjeyt málið miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Tað var greitt undan dystinum, at nógv stóð uppá spæl hjá báðum liðunum. NSÍ ynskir at hanga í oddinum sum longst, og skal tí helst vinna heimadystirnar, serliga nú vit taptu fyri Víkingi í seinasta umfari.

B68 hevur fyrstu stigini til góðar, og var júst ein grannauppgerð kanska gylta høvið at fáa tey til høldar.

Pauli hevði framt onkrar broytingar síðani seinasta dyst. Klæmint var aftur leikbannaður, og upplagda valið í hansara stað, Mamuka, stríðist við onkran smáskaða. Hetta hevði við sær, at venjarin setti veteranin Helga L. Petersen í álopið saman við Christian Høgna.

Manningin hjá NSÍ var sostatt hendan: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes, Justinus, Razak, Heðin, Christian Høgni og Helgi.

Líkindini at spæla vóru ring, serliga í fyrra hálvleiki. Gamaní var turt, men nogvur vindur lá norðureftir vøllinum. Hetta hevði stóra ávirkan á spælið.

B68, sum hevði undanvind í fyrra hálvleiki, royndi seg við eini 6 skotum útifrá. Teir lógu fyrstu løtuna langt frammi á vøllinum og settu nógva ferð á, hvørja ferð teir vunnu bóltin frá NSÍ.

Tað tók eina løtu hjá NSÍ at venja seg við umstøðurnar. Útsparkini hjá András vunnu ikki fram um miðjuna, og fóru fleiri teirra út til innkast í ovaru síðu.

NSÍ hevði onkur hornaspørk fyrstu løtuna, men góvu hesi heldur B68 kontramøguleikar enn okkum málmøguleikar.

So við og við kom betri skil á spælið. Razak fordeildi bóltin skilagott á miðjuni. Helgi vann fleiri luftbóltar, og í 31. minutti hevði hann ein gyltan møguleika at leggja NSÍ á odda, men skotið fór framvið. Christian Høgni og Debes vóru eisini eyðsýndir.

NSÍ sat á alsamt størri parti av spælinum uttan at koma til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Og alla tíðina var vandin fyri kontraálopum í nógva vindinum stórur.

Samanumtikið hevði B68 havt fleiri skot í fyrra hálvleiki, men NSÍ hevði so við og við funnið góða spælið fram. Hóast líkindini ikki vóru av teimum bestu, løgdu leikararnir nógv fyri.

Vindurin minkaði nakað til seinna hálvleik. Tað sást beinanvegin, at bæði liðini framvegis ætlaðu sær øll stigini. Stig Roar hevði eitt skot beinanvegin, og Christian Høgni hevði eitt skot útifrá í 48. minutti.

Árni kom inn fyri Helga í 56. minutti. Stóra ferðin hjá Árna vísti seg at muna væl, tá hann ferð eftir ferð royndi seg í kapprenning við dystarmøddu B68-verjuna. Samstundis fekk Christian Høgni betri pláss eisini. Samstarvið teirra millum mundi givið mál í 59. minutti, tá Árni longdi eitt innkast úr vinstru síðu til Christian Høgna, men bólturin fór beint uppum.

Heðin skrúvaði bóltin á stongina eftir hornaspark í 63. minutti, og royndi seg við einum frísparki langt útifrá í 63. minutti.

Árni var um at sleppa leysur í 65. minutti, og minuttin seinni lyfti Heðin bóltin uppum verjuna til Christian Høgna, men Tórður varnaðist vandan.

Tað lá líkasum í luftini, at okkurt mál fór at koma. NSÍ sat á spælinum hesa løtuna, men B68 royndi at kontra, tá høvið var.

Í 68. minutti kom hol á. Christian Høgni fekk bóltin beint uttanfyri brotsteigin í høgru síðu. Hann snaraði sær uttanum B68-verjuna, setti ferð á inn í brotsteigin og skjeyt bóltin flatt inn við handaru stong. Hóast eittmálsleiðslan kom væl við, var greitt, at tað var neyðugt at stríðast fyri sigrinum, tað sum eftir var av dystinum.

Heðin sendi eitt fríspark dygst uppum í 75. minutti. Í 80. minutti kom Jann Martin á vøllin fyri Debes, ið hevði stríðst manniliga í høgru síðu í góðum samspæli við Jónhard.

B68 hevði ein stóran kjans í 80. minutti, og Heðin kom væl ígjøgnum í vinstru síðu í 82. minutti. Einar royndi seg við einum frísparki næstan frá miðjuni í 87. minutti, og aftur nakað nærri málinum í 88. minutti.

Seinastu løtuna sást, at bæði liðini vildu hava nakað burturúr dystinum. NSÍ royndi at tryggja leiðsluna við at fáa eitt mál aftrat, meðan B68 ikki góvust at stríðast fyri einum stigi. Í yvirtíðini mundi NSÍ skorað, tá Tórður við góðari bjarging fekk beint bóltin burtur eftir eitt NSÍ fríspark í vinstru síðu.

Samanumtikið var talan um eina tætta og intensa grannauppgerð í truplum líkindum. B68 var meiri beinleiðis í sínum spæli og komu til skotroyndir, serliga í fyrra hálvleiki. So við og við kom gongd á spælið hjá NSÍ, og áttu vit greitt seinna hálvleik. Tað var tó bert tað eina málið, ið skilti liðini, og var dysturin tí spennandi allar 90 minuttirnar.

Tey trý stigini á heimavølli í dag koma væl við. Næstu tvey umførini eru trupul. Mánadagin kl. 17 møta vit FM-kandidatunum EB/Streymi við Margáir, og leygardagin aftaná møta vit uppflytarunum og oddaliðinum KÍ í Klaksvík.

NSÍ-B68 1-0 (0-0)
68 min. 1-0: Christian Høgni Jacobsen NSÍ

Liðið: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes (80. Jann Martin), Justinus, Razak, Heðin, Christian Høgni og Helgi (56. Árni). Á bonkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian, Magnus og Nanmi.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=126]

Líknandi tíðindi