Týðandi sigur í Vági: FC Suðuroy-NSÍ 0-2

NSÍ vann 2-0 á FC Suðuroy í Vági í dag. Klæmint skjeyt fyrsta málið við brotssparki beint áðrenn hálvleik, og Jann Martin staðfesti sigurin móti dystarenda.

Tað var lagt upp til eina heldur óvanliga botnuppgerð í Vági í dag. Fyri viku síðani vann NSÍ á føroyameistarunum úr B36, og mitt í vikuni vann FC Suðuroy á oddaliðinum í Effo-deildini, Víkingi.

Bæði liðini hava tí sæð sær góðar møguleikar at fáa nakað burturúr hesum dystinum.

NSÍ byrjaði við somu manning sum seinast: Kristian, Monrad, Jens, Pál, Sjúrður, Ari, Andras, Óli, Árni, Klæmint og Magnus.

Eitt fitt lot lá vestureftir vøllinum, og NSÍ byrjaði móti vindinum.

NSÍ hevði bóltin meira fyrsta korteri uttan at koma til stórvegis málmøguleikr. Klæmint tóktist vælupplagdur, og Árni og ARi á kantunum royndu at koma framvið, mangan stóru, suðringunum. Tað bleiv til nøkur horna, men ikki meiri.

So við og við kom heimaliðið meira inn í dystin. Teir royndu seg fyri tað mesta við langum bóltum frameftir, sum síðani endaðu við einum ófarligum langskoti.

Í 19. minutti hevði Magnus ein hálvan kjans mitt fyri eftir innlegg úr høgru síðu, men ov tjúkt var fyri. Í 22. minutti sendi Monrad eitt frísparksinnlegg inn í brotsteigin úr høgru síðu, men skotið hjá Magnus varð blokerað, og síðani fór skotið hjá Árna við síðuna av.

Klæmint sendi ein høvdara beint á málmannin í 25. minutti eftir innlegg úr vinstru síðu. Fleiri ferðir, tá FC Suðuroy royndi at spæla bóltar upp um verjuna hjá okkum, stóðu teir rangstaddir.

Bæði liðini vildu vinna, men munur var á spæliháttinum. NSÍ royndi at brodera seg ígjøgnum við løttum kvikum monnum, meðan FC Suðuroy royndu at nýta sína fysisku styrki til at dominera spæli. Onkrar støður vóru, har fysiska spælið tók yvirhond, t.d. í 30. minutti, tá Monrad var feldur harðliga, aftaná at hann hevði vunnið eina takling mitt á vøllinum.

Árni skeyt upp um í 36. minutti eftir innlegg frá Ari.

Í 43. minutti bragdaði. Andras var farin fram gjøgnum miðjuna og inn í brotsteigin hjá FC Suðuroy. Ari spældi ein bólt uppá tvørs úr høgru síðu. Andras varð feldur, og brotsspark dømt. Klæmint skoraði sum vanligt trygt – til høgru fyri málmannin. 1-0 til NSÍ.

Nú ráddi um at halda støðuna fram til hálvleik. Men FC Suðuroy gjørdi sítt ítarsta fyri at javna beinanvegin. Í yvirtíðini fáa teir trýst seg fram til eitt skot á stongina, og løtu seinni fingu teir fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Lukkutíð spurdist einki burturúr hesum.

Seinni hálvleikur bleiv meira opin. FC Suðuroy noyddist longur fram á vøllin, og gav hetta NSÍ fleiri kontramøguleikar.

Longu í 47. minutti brendi Magnus ein 100 % møguleika, tá hann gjørdist einsamallur við málmanninum eftir fríspæling frá Árna. Síðani skjeyt árni upp um. Jens sendi somuleiðis eitt langskot upp um í 48. minutti.

FC Suðuroy sendu skot móti NSÍ-málinum í 54. og 57. minutti, og dysturin tóktist opin.

Jann Martin, sum hevur verið burtur nakrar dystir við skaða, kom á vøllin fyri Óla í 60. min. Andras sendi eitt skot útifrá beint á málmannin í 64. minutti.

Spælið hjá FC Suðuroy harnaði alsamt. Klæmint varð feldur harðlig aftanifrá á miðjum vølli í 65. minutti. Jens varð feldur, tá ein bóltur varð sendur innfyri í 66. minutti. Í 78. minutti bleiv tað ov mikið. Andras varð feldur á miðjuni, og FC Suðuroy leikarin, sum fekk gula kort í fyrra hálvleiki, varð rikin av vølli fyri sítt næsta gula kort.

Samstundis sum FC Suðuroy royndi at koma longur fram á vøllin við einum manni í undirtali, setti NSÍ ferðina upp, serliga í samband við kontraálop. ANdrias kom á vøllin fyri Ari í 75. minutti.

Árni hevði ein góðan møguleika í 80. minutti, tá hann vann bóltin frá FC Suðuroy-verjuni. Tíverri var skotið ov veikt.

Klæmint sendi eitt hart skot móti málinum í 83. minutti, men málmaðurin fekk beint bóltin út til horna.

Í 86. minutti slapp NSÍ ígjøgnum í vinstru síðu, bólturin kom innfyri til Árna, sum heldur enn at skjóta valdi at trilla bóltin stutt til Jann Martin sum trygt skoraði til 2-0.

Nú var bert eftir at koma trygt ígjøgnum teir seinastu minuttirnar, og eydnaðist tað væl.

Í mun til onkrar av hinum dystunum, har vit komu á odda tíðliga, og so tveittu alt burtur seinni í dystinum, tóktist spælið meira róligt og tolið í dag. Hetta ber boð um, at unga liðið hjá okkum gerst betri samanspælt fyri hvørt umfar.

NSÍ vann sostatt sín næsta sigur á rað. Mótstøðuliðið hesaferð lá niðanfyri okkum á stigatalvuni, og var tað tí av alstórum týdningi at vinna hendan dystin. Sigurin gav okkum samstundis samband við liðini beint omanfyri.

Tað er tí við stórum spenningi, at vit síggja fram til næsta dyst, sum er eystanstevnudysturin móti KÍ við Løkin leygardagin 9. juni. Vónandi møta vit fjølment til hendan dystin og gera stemningin so festligan sum til ber.

FC Suðuroy-NSÍ 0-2
27′ Gult kort Poul N. Poulsen
44′ Gult kort Suni úr Hørg
44′ 0-1 Klæmint A. Olsen
49′ Gult kort Jens Joensen
59′ Gult kort Palli Augustinussen
64′ Gult kort Sasa Kolman
76′ Gult kort (reytt kort) Poul N. Poulsen
83′ 0-2 Jann Martin Mortensen
87′ Gult kort Andrias á Líknagøtu
90′ Gult kort Heini Vatnsdal

NSÍ: Kristian, Monrad, Jens, Pál, Sjúrður, Ari (’75 Andrias), Andras, Óli (’60 Jann Martin), Árni, Klæmint (liðsk.) og Magnus. Á bonkinum eisini: Pætur, Per, Debes.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=211]

Líknandi tíðindi