Tríggjir ungdómsvenjarar hjá NSÍ hava fingið UEFA B-license prógv

Sámal Hansen, Harry Knudsen og Tummas Eivind Hansen fingu leygardagin, prógv sum UEFA B-lisense fótbóltsvenjarar. Allir fingu ummælið gott, sum er tann hægsti karakterurin sum fæst fyri hesa próvtøku.

Útbúgvingin gevur teimum rætt til, at venja øll lið til og við 1 deild.

B útbúgvingin, er bygt upp av fýra modulum – B1, B2, B3 og B4. Innihaldið í modulunum er teknisk, taktist og fysisk venjing. Harumframt er leiðsla og venjing av ymiskum aldursbólkunum, týdningarmiklir partar av útbúgvingini.

Sámal, venur saman við Egil Olsen, dreingjaliðið hjá NSÍ sum luttekur í meistarabólkinum. Tummas Eivind, venur saman við Christian Høgna Jacobsen, smádreingjaliðið hjá NSÍ sum luttekur í meistarabólkinum. Harry venur A- piltarnar hjá NSÍ, sum er eitt lið sum vit hava stórar forvæntningar til framyvir.

NSÍ hevur nú, fýra ungdómsvenjarar við UEFA B-lisenseprógvi og tað eru vit errin av.

Ungdómsnevndin, leggur stóran dent at hava vælútbúnar venjarar at taka sær av ungdómsvenjingum í felagnum. Málið er, at fáa tveir venjarar fult útbúnar um árið.

Ungdómsnevndin ynskir Sámali, Harry og  Tummas Eivindi hjartaliga tillukku við próvnum og ynskir teimum góða eydnu framyvir.

Líknandi tíðindi