Tórður Thomsen hevur longt sáttmálan

Tórður Thomsen hevur havt eitt fantastiskt kappingarár í NSÍ, og hevur verið ein tryggur aftasti skansi fyri felagið. Við gulum “brillum” so er Tórður avgjørt ársins málmaður, og eru vit glað og stolt yvir at Tórður nú hevur sett undirskrift á nýggjan sáttmála við NSÍ.

 

Tórður hevur leikt 316 dystir í bestu føroysku deildini, umframt steypadystir og Evropadystir.

 

Vit ynskja Tórður tillukku við sáttmálanum, og bestu eydnu víðari NSÍ blusuni.

Líknandi tíðindi