Tilmeldingardagur hjá NSÍ leygardagin 6. apríl í Sportigan

Árligi tilmeldingardagurin hjá NSÍ verður leygardagin 6. apríl millum kl 14.00 og 16.00 í ítróttarhandlinum Sportigan í Saltangará.
Til ber at gjalda kontant og/ella við korti.
Goldið luttøkugjald er treyt fyri at fáa loyvi at spæla á liðunum hjá NSÍ.

NSÍ ítróttarklæðir kunnu hendan dagin keypast við 20% í avsláttri.

Óvita Blues band kemur at framføra.

Luttøkugjaldið fyri 2013 verður:
Undir skúlaaldur: 100 kr
U8, U10: 400 kr
U12, U14, U16, U17: 600 kr
U18, 2. deild: 700 kr
3.deild: 500 kr
Avsláttur – 2. barn: 100 kr
Avsláttur – 3. barn: 200 kr

Eingin bóltur er við í prísinum.
Leikarnir skulu sjálvir hava bólt við til venjing.
Um tit ikki eiga bólt, so kunnu tit keypa bólt í Sportigan fyri 150 kr

Vinarliga
Ungdómsnevndin hjá NSÍ

Líknandi tíðindi