17/4/2025

Vespan 4. umfar

Fjórða umfar í Betri deildini verður avgreitt í dag. Vit bjóða FC Suðuroy, sum í dag vitjar NSÍ við Løkin, at verða vælkomin til Runavíkar.

Vespan 17. apríl NSÍ-FC Suðuroy

Fjórða umfar í Betri deildini verður avgreitt í dag. Vit bjóða FC Suðuroy, sum í dag vitjar NSÍ við Løkin, at verða vælkomin til Runavíkar.

Orðatakið “mangt umbroytist á mansins ævi” kann eg av sonnum taka undir við, tá eg hugsi um lívið sum fótbóltsfjeppari.Minnist spenningin á heygnum eystaru megin grúsvøllin við Løkin. Grúsvøllur, mangan skurðslað knø og primitivar umstøður at virka undir. Áskoðaranir stóðu á bakkanum og livdu við bóltspælinum, og sporini mundu síggjast eins væl á Bakkanum, har menn frá eldra ættarliðinum ótilvitað sparkaðu niður í vøllin ávirkaðir av gongdini á plenuni. Persónar, hølisviðurskifti og umstøður annars eru munandi broyttar. Spenningurin, trúgvin og vónin um, at NSÍ megnar at fáa eitt gott úrslit er tó enn hin sama.

Tað var hildið at vera eitt megnar framstig, tá møguleikin gavst til at hyggja eftir dag- ella vikugomlum bondum við enskum fótbólti. Nú síggja vit flest allar útlendsku dystirnar beinleiðis - enntá fleiri samstundis, og somuleiðis hava vit møguleika at fáa allar dystirnar í Betri deildini varpaðar á sjónvarpskýggjan heima við hús ella á aðrari skermeind, hvar ein er staddur úti í stóru verð. Við hesum ber eins væl til at fylgja við og fjeppast uppií, um liðið spælir við Løkin ella á Old Trafford.

Vónirnar fyri kappingarárið 2025 eru góðar (við Løkin also, ikki á Old Trafford!). NSÍ kvinnurnar, vunnu greipuna seinasta kappingarár, og liggja í skrivandi stund á odda við 4 sigrum av 4 møguligum, seinast við sigri á útivølli móti KÍ. Fult stigatal og málmunurin er +28 (29-1). NSÍ menninir hava 5 sigrar av 5 møguligum, og ein málmun á +22 (27-5).

Serfrøðin í Sortudýki gevur okkum bestu skoðsmál fyri gott spæl og dugnaligar leikarar; men kappingin er júst byrjað og nógvir, kravmiklir dystir liggja fyri framman. Í summar skulu vit bæði hjá monnum og kvinnum royna okkum í evropiskum fótbólti, so tað er av sonnum spennandi at verða um felagið í løtuni. Sjálvsagt trúgva vit, at góða gongdin heldur framm.

Ein dynamiskur formaður saman við nevnd og arbeiðsomum fólkum kring felagið, hava skapt bestu karmar fyri at kunna røkka einum góðum úrslitið. Dreymurin hjá NSÍ menn fyri 2025 má verða at endurvinna eitt europapláss og enn betri úrslit á stigatalvuni enn seinasta kappingarár, meðan kvinnurnar skulu stremba eftir somu tindum sum farna ár.

Góðan dyst

Kári P. Højgaard

No items found.
20.2.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur.
20.2.24

Starvsnevndin hjá NSÍ hevur skipað seg

Hósdagin 15. februar hevði NSÍ aðalfund. Tá blivu 5 nýggj fólk vald inn í starvsnevndina, ið samlað telur 7 fólk.
19.2.24

VFF CUP KVINNUR: 7-0 sigur á HB

Kvinnurnar leiktu 17.02, leygardag, VFF Cup á heimavølli í móti HB.
19.2.24

Tilmeldingardagur 2024

Sunnudagin 11.02 var árligi tilmeldingardagurin hjá ungdóminum.
16.2.24

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Hóskvøldið 15. februar hevði NSÍ sín árliga aðalfund.
15.2.24

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.
29.1.24

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.