NSÍ-dagar 2023!

NSÍ-dagar 2023!

Ein hjartanstøkk skal ljóð frá okkum í NSÍ til tykkum, ið hjálptu til ella luttóku til NSÍ-dagar 2023! Byrja varð fríggjadagin við BoingBóltum og einum dysti við politikarum, vinnulívsfólki og annars kendum fólki um Runavíksleiðina. Ein sera góður dagur, og dysturin endaði 3-4 til lið svart. FIFA-kapping var bæði fríggjakvøld og leygardagin, og nógvir luttakarar…

Fýra á A-landsliðnum!

Fýra á A-landsliðnum!

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin til fyrstu dystirnar í Nations League. Hópurin telur 22 leikarar, og frá NSÍ eru Heidi Sevdal, Lena Olsen, Rúna Olsen og Sara Samson Lamhauge úttiknar! Føroyar skal spæla í móti Montenegro á heimavølli tann 22. september og á útivølli í móti Kýpros tann 26. september. NSÍ…

NSÍ´ari á WU19 landsliðnum

NSÍ´ari á WU19 landsliðnum

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 18 spælarar, og Jonnhild á Sondum, frá NSÍ, er í millum tær 18 úttiknu. Jonnhild er partur av besta liðnum hjá kvinnu, ið hava leikt seg til finaluna 07.oktober, og sum liggja á einum 2. plássi í landskappingini. WU19 landsliðið skal til Litava at spæla…

NSÍ-vikuskiftið 15. og 16. septembur!

NSÍ-vikuskiftið 15. og 16. septembur!

Set kross í kalendaran! Av tí nógvur aktivitetur verður á vøllinum við Løkin 16. septembur, hevur verið arbeitt við at skapt karmar runt um hendan leygardagin, men NSÍ-vikuskiftið verður byrjað fríggjakvøldið 15. septembur. Nærri lýsingar um aktivitetirnar og skrá kemur út í vikuni, so fylgi við á sosialu miðlunum hjá NSÍ teir komandi dagarnar (heimasíðuna,…

Tríggir NSÍ´arar á U16 landsliðnum

Tríggir NSÍ´arar á U16 landsliðnum

Fróði Benjaminsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U16 landsliðið í samband við Pinatar Cup 2023, ið verður í Spania í tíðarskeiðinum 17. – 23. september 2023. Fyrsti dysturin verður í móti Skotlandi 19. septembur og síðani ímóti Gibraltar ella Pólandi 22. septembur. Millum teir úttiknu eru tríggir NSÍ´arar, og teir eru Benadiktus (Diktus) Olsen, Tróndur Sjúrðarson og…

Á vitjan hjá høvuðsstuðulinum Navigare

Á vitjan hjá høvuðsstuðulinum Navigare

Týsdagin 29/08 varð besta mansliðið v.m. boðið inn til Søldafirðar, har ið Navigare hevur sína umsiting. Á vitjani varð byrja við, at stjórin á Navigare, Álvur Højgaard, bjóðaði vælkomin, og greiddi frá hvør Navigare er. Tað varð fortalt um søguna hjá Navigare, hvussu alt byrjaði, um navnaskifti og til støðuna í dag. Eisini varð fortalt…

3 stig og finalupláss!

3 stig og finalupláss!

Kl 15:00 við Løkin tann 26.08 byrjaði dysturin hjá monninum, sum var í móti B68. Mennirnir hjá okkum vóru klárir frá dystar byrjan, og lótu ongan iva vera, hvør skuldi dystin. Beinir Nolsøe byrjaði málskjótingina aftaná 9 minuttir, og við málum Betuel Hansen og Búa Egilsson, sum fekk tvey mál, var støðan 4 – 0…

Stuðulsrenning hjá NSÍ

Stuðulsrenning hjá NSÍ

Í góðveðrinum í gjár vóru fleiri fólk samlaði, bæði rennarar og áskoðarar. 1000 takk til tykkum øll, við vóru við til stuðulsrenningina! Takk fyri stuðul, hjálp, og takk fyri eina góða løtu saman um NSÍ! At síggja so nógv fólk úti við Løkin í góðveðrinum í gjár, vísir hvussu nógv fólk eru um NSÍ, og…

Eitt gult vikuskifti

Eitt gult vikuskifti

Myndir: Hjalmar Jóhan Juul 12/08 spældu bæði bestuliðini hjá okkum, og annað kann ikki sigast enn, at hetta var ein góður leygardagur. Kl 13:00 leiktu kvinnurnar í Sørvági, og eftir 3 minuttir varð støðan 1-0 til heimaliðið. Hóast eitt mál kom tíðlig til heimaliðið, 07/Vestur, løgdu kvinnurnar trýst á, og eftir 12 minuttir kom mál…