U-17 tvey tepur tap

U17 dreingirnir hjá okkum leiktu í gjár móti Birmingham, har teir taptu tepurt 1-0. Føroyar var undir trýsti fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men komu so meira inn í dystin. Teir fingu spælt´sær til 3 stórar málmøguleikar, sum málmaðurin vardi fyri. Birmingham fekk mál uppá teirra einasta veruliga møguleika og vunnu tí dystin. Ì dag spældu so…

U-15 stórsigur móti Tasta IL

Næsti dysturin hjá U-15 liðnum hevur verið fyrrapartin í dag. Mótstøðuliðið var norska Tasta IL, sum er úr Stavanger. Tað sást beinanvegin at stórur munur var á liðunum báðum. Føroyingarnir vóru betri á at siga øllum plássum og stýrdu dystinum frá byrjan til enda. Ùrslitið gjørdist heili 10-0 eftir hálvleiksstøðuna 5-0. Við størri neyvleika kundi…

U-15 vunnu á Dundee FC

Fyrsti dysturin hjá U-15 í AIFF kappingini í Aberdeen hepnaðist væl. Føroyar vann ein uppibornan 2-0 sigur á Dundee FC. Bæði føroysku málini vóru skoraði í fyrra hálvleiki. Fyrra málið skoraði Pól Ingason, tá umleið 10 min vóru leiktir. Seinna málið skjeyt Brandur Olsen stutt fyri hálvleik. Føroyar vóru spælstýrandi allan dystin á tamb og…

Seinastu venjingardystirnir hjá ungdómslandsliðunum

Teir seinastu venjingardystirnir hjá ungdómslandsliðunum í Newcastle vóru leiktir ígjár og fyrrapartin í dag. U-19 leiktu í gjár á útivølli ímóti Middelsborough. Ùrslitið gjørdist javnleikur 2-2, eftir at Føroyar høvdu verið á odda 2-1 langt út í seinna hálvleik. Abraham Løkin og Meinhard venjarar vóru nøgdir við føroyska avrikið og við eitt sindur av hepni…

Vinardystir hjá ungdómslandsliðunum 14. juli í Newcastle

Aftur í dag hava U-15, U-17 og U-19 landsliðini spælt venjingardystir móti liðum í Newcastle og umráðum runt um Newcastle. U-19 landsliðið legði fyri kl 14.00 , tá teir spældu móti einum styrktum U-19 liði hjá Newcastle United. Jóan Sìmum Edmundsson var partur av enska liðnum. Dysturin var spældur á venjingarstøðini hjá Newcastle, og millum…

Ungdómslandsliðsleikarnir vitja St. James Park í Newcastle

Ì dag hava landsliðsleikarnarnir tikið sær av løttum. Løtt venjing var á skránni í morgun. Klokkan 13.30 var ferðahópurin á St. James park sum er heimavøllurin hjá Newcastle. Hetta var ein sera stór uppliving og leikararnir voru ikki sørt hugtiknir av vøllunumog umstøðunum yvirhøvur. Aftaná vitjanina á St. James fingu leikararnir loyvi til at fara…

Undómslandsliðini spælt venjingardystir í Newcastle

Fyrstu venjingardystirnir hjá U-15, U-17 og U-19 vóru leiktir í gjár móti úrvalsliðum úr Newcastle umráðnum. U-17 liðið legði fyri kl 18.00. Dysturin varð leiktur á Blue flames, sum er eitt øki við fleiri grassvøllum og eisini einum innandura graslíkisvølli. Enska liðið var samansett av leikarum frá ymiskum smáum fótbóltsliðum, sum eru sokallaðir “feeding clubs” til…