Søtur sigur við Løkin: NSÍ-B36 4-3

Við uppibornum sigri á B36 við Løkin í kvøld varðveitir NSÌ oddastøðuna í Vodafonedeildini. Veðurlíkindini til fótbóltsdyst vóru góð. Sirm og eitt lítið lot longs eftir vøllinum. NSÌ stillaði upp við Gango í málinum, Johan og Jens í miðverjuni, Einar og Jonhard á bakkunum, Jústines og Jann Ingi sentralt á miðjunu, Jann Martin og Heðin…

NSÍ – fimm á landsliðið!

Til landsdystin móti Estlandi 11. august hevur landsliðsvenjarin Brian Kerr úttikið ikki færri enn fimm NSÍ’arar. Teir eru: Bogi, Jóhan, Einar, Jann Ingi og Christian Høgni. Hópurin er annars hesin: -Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Vagnur M. Mortensen, Rógvi Poulsen, Tórður Thomsen úr HB -Bogi Løkin, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Jann Ingi Petersen, Christian Høgni…

Heilsan úr Århus

NSÍ-Piltar luttaka á Århus Football Festival Skrivað hava: Eyð/Hjalti NSÍ-piltar fóru mánadagin til Danmarkar at luttaka á Århus Football Festival Farið var úr Runavík við bussi til flogvøllin, har flogið var víðari til Ålborg, komu til Skovbakken ítróttar-kompleksið uml. kl. 22.00 Dreingirnir spældu fyrsta dystin seinnapartin dagin eftir ímóti Lystrup IF, men mótstøðan var ov…

Spennandi grannadystur endaði við heimasigri: NSÍ-B68 2-1

Grannadysturin í kvøld millum NSÍ og B68 varð spældur í fínum fótbóltslíkindum. Púra stilt og passaligur hiti. Fitt av fólki hevði leitað sær til Løkin at síggja grannauppgerðina. Hesir dystir plaga vanliga at vera spennandi og javnir og enda ofta við javnleiki. NSÍ stillaði upp við Gango í málinum, Jens og Einar í miðverjuni, Heðin…

U-15 taptu hálvfinaluna

U-15 dreingir leiktu í dag hálvfinalu móti Falkirk. Okkara dreingir máttu tíverri lúta fyri Falkirk sum vann dystin 3-1,eftir at hálvleiksstøðan var 1-1. Liðið, sum vit í venjingardysti fyrr í vikuni vunnu 1-0 móti, var betri enn okkara í hálvfinaluni og vunnu 3-1. Teir løgdu seg á odda í 7. minutti, men Poul Ingason svaraði aftur…

U-15 KOMNIR Í HÁLVFINALUNA

  MYND: Málskjúttarnir Brandur Olsen og Jóhannus Hansen Við einum fult uppibornum sigri á Albion FC, hava U-15 dreingirnir leikt seg í hálvfinaluna í AIFF kappingini. Kravið til dystin í dag var ein sigur móti Albion, skuldi dreingirnir leika seg í hálvfinaluna. Støðan undan dystinum var at AlbionFC  hevði nýggju stig, meðan Føroyar og Birmingham…

U-17 fekk javnleik og U-15 tapti

Aftur í dag hava U-17 og U-15 liðini spælt í AIFF  kappingini í Aberdeen. U-17 spældi móti Dundee United FC og dysturin endaði javnur 2-2. Føroysku dreingirnir spældu ein góðan dyst og kundi gott havt vunnið dystin. Skotarnir vóru effektivari enn føroyingarnir og skoraðu uppá sínar málmøguleikar. Fyrsta málið hjá Føroyum skoraði Jákup Sveinbjørn Olsen,…