Magnus  H. Olsen og Monrad gjørt sáttmála

Magnus H. Olsen og Monrad gjørt sáttmála

Magnus H. Olsen hevur gjørt avtalu við NSÍ. Evnaríki 24-ára gamli leikarin, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling í B71, hevur seinastu trý árini leikt við B36. Magnus er fjøltáttaður leikari, sum kann leika ymsa staðni á vøllinum. Seinnu árini hevur hann mest verið verjukendur, men álopstalentið er ikki sørt. Á myndini omanfyri fegnast hann saman…

Mamuka er NSÍ'ari

NSÍ hevur gjørt sáttmála við Mamuka Toronjadze, sum í ár hevur leikt við FC Suðuroy. 24 ára gamli Mamuka, sum er úr Georgia, leikti 27 dystir fyri FC Suðuroy í fjør og skoraði 7 mál. Mamuka, sum áður hevur spælt við m.a. FC Tbilisi og FC Dila Gori kann spæla sum áleypari ella sum álopskendur…

GIZA INNANDURAKAPPING Í FÓTBÓLTI 27 NOVEMBER

Leygardagin 27. november skipar Fótbóltsfelagid GIZA fyri innandura fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini. Kappingin er deild í hesar aldursbólkur Pinkur (f. 2001-03) Gentur (f. 1999-00) Smágentur (f. 1997-98) Opin bólkur gentur / kvinnur (f. 1996 og ádrenn) Pinkulingar (f. 2003-04) Smápiltar (f. 2001-02) Piltar (f. 1999-00) Smádreingir (f. 1997-98) Dreingir (f. 1995-96) Unglingar (f. 1992-93-94) Opin bólkur…

András er ársins málmaður

Í sendingini Hvonn Live seinasta leygarkvøld varð András heiðraður sum ársins málmaður í føroyskum fótbólti 2010. Vit í NSÍ ynskja Andrási hjartaliga tillukku og fegnast um, at onnur eisini hava lagt til merkis, hvussu frábera væl hann hevur staðið seg í ár. Hann hevur av sonnum vunnið okkum dystir við avgerandi bjargingum, harav fleiri uppá…

INNANDURAKAPPINGIN TF CUP EYDNAÐIST SERA VÆL

Fyrsta innandurakappingin í fótbólti í ár, varð hildin í Ítróttarhøllini í Runavík nú um vikuskftið. Metstórt luttakaratal – heili 84 lið úr øllum meginøkinum luttóku í kappingini. Kappingin var bæði fyri gentur (7-17 ár) og dreingir (6-18 ár). Umleið 200 dystir vóru leiktir íalt og leikararnir vóru sera vælnøgdir við kappingina og fyriskipanina av henni….

METSTÓR LUTTØKA Í TF CUP

Undirtøkan fyri innandurakappingini í fótbólti fyri yngru deildirnar – TF Cup er metstór. Kappingin er leygardagin 6 og  sunnudagin 7  november í Ìtróttarhøllini í Runavík. Íalt hava 83 lið tilmeldað seg til kappingina: 8  pinkulingalið (árgangur 2003-04) 15 smápiltalið (árgangur 2001-02) 19 piltalið (1999-00) 16 smádreingjalið (1997-98) 8 dreingjalið (1995-96) 4 unglingalið (1992-93-94) 4 pinkulið gentur (2001-03) 3 lið…

Hópurin komandi ár byrjar at líkjast

Hesar dagarnar síðani kappingarlok hevur verið arbeitt hart við at gera sáttmálar fyri komandi ár. Við einum frálíkum triðjaplássi í landskappingini, og til tíðir sera góðum spæli, er eyðsæð, at hópurin frá í ár er eitt gott útgangsstøði. Á ársveistluni í gjárkvøldið kundi nevndin avdúka, at avtalur eru gjørdar við Paula og Boga um at…