2/2/2025

MARKUS KLEIN DANIELSEN UNDIRSKRIVAÐ 2 ÁRA SÁTTMÁLA VIÐ NSÍ

Ungi Markus Klein Danielsen hevur knýtt seg til NSÍ komandi 2 árini.

Enn ein ungar og evnaríkur leikari hevur knýtt seg til Betri hópin hjá NSÍ. 16 ára gamli Markus hevur seinastu vikurnar vant við Betri hópinum, har hann hevur verið so mikið sannførandi, at ein sáttmáli spurdist burturúr.Markus er ein sera dugnaligur, tekniskur og skjótur leikari, ið trívist best í álopinum ella á kantinum.

NSÍ’arir eru ikki fremmandir, tá ið talan er um føroysku u-landsliðini, og her er Markus ikki nakað undantak. Hann hevur umboðað bæði U15 og U16 fyri Føroyar.

Tað verður uttan iva ein frægd at fylgja við menningini hjá Markus í NSÍ, og vit gleða okkum at síggja hann umboða teir gulu og svørtu litirnar í Betri deildini.

Til lukku við sáttmálanum!

SAMAN STANDA VIT STERK!

No items found.
29.5.23

Vunnu 3-0 á grannunum

Í illfísna maiveðrinum vóru vit úti á Svangaskarði og vitjaðu grannarnar úr B68.
18.5.23

Málini hjá kvinnunum

Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
12.5.23

Ein heilsan til Jónas

Tá talan er um kontaktítrótt, er tað tíverri soleiðis, at í samanrenningum millum leikarar kunnu skaðar koma fyri.
8.5.23

Komi og málið dystin gulan!

Týsdagin 9. mai spæla menninir steypadyst á Svangaskarði.
30.4.23

Kaffiprát afturvið venjingini

Mánakvøldið 1. maj verður aftur skipað fyri hugnaløtu í sambandi við venjingina á vøllinum.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.