Ein taska, sum nógvur mystikkur stendur um í hesum døgum, er taskan hjá formanninum í NSÍ.
Tað var almenn vitan undir kalda krígnum, at forsetin í samveldisríkjunum USA og aðalskrivarin í sovjetiska kommunistaflokkinum ikki fóru á bukkuna, uttan at teir høvdu taskuna við kjarnorkuknøttinum uppi á sær. Tað var sum so ongin mystikkur gandaður uppi við hesum. Øll vistu, at nóg mikið var av vápnum til at knúsa heimin fleiri ferðir, dubbingin rak ímillum partarnar, sum lógu inni við líka nógvum ísinkrammi hvør sínu megin hermóti – ella jarntjaldið. Onkur neisti var, men bál varð onki – hóast Cuba kreppan kanska lá øvutu megin markið eina løtu. Nú logar alla staðni og illagongst at finna útav, hvør ið situr við avgerandi knøttinum.
Ein taska, sum nógvur mystikkur stendur um í hesum døgum, er taskan hjá formanninum í NSÍ. So at siga øll, sum hava hugt at óteljandi myndunum - tiknar eftir at hann hevur keypt ein leikara- hava mist svøvnin hagar til tey aftur missa svøvngávurnar eftir annað, triðja,fjórða o.s.fr. innkeypið. Glóðin í eygunum kennist sum at hyggja lúkst inn í eina sveisiflammu. Onkur sigur, at leikarar í øðrum feløgum hava fingið venjarabann fyri at fara inn á heimasíðuna hjá NSÍ soleiðis, at mátturin ikki skal syvja úr teimum av skíggjaaftran.
Tá ið formenninir hittast á fundi í FSF er sama skili, allir møta í gerandisdressi við ongum viðføri uttan okkara formaður. Hann ger sína entré altarsklæddur, sum tað sømir seg einum klokkara,og eyguni glógva sum í sfinxi og taskan er stútt og støðugt undir liðuni á honum. Sjónarváttar vita at siga, at ræðslan breiðir seg í fótbóltsumhvørvinum, tá ongin annar enn eigarin veit, hvat ið goymir seg í hini nú so famøsu taskuni. Christian F. Andreasen er ikki álvuligur við støðuna, men hann torir ikki at nema formannin við einari eldtong, annars kann hann missa stuðulin, tá ið forseti skal veljast í næstum. Onkur annar ivast ikki í, at formaðurin hevur eina dulda dagsskrá við hesum sjáldsama atburði, hann ætlar at fáa tiltuskað felagnum nakrar krónur úr kollektiva kassanum hjá Christiani, nú ongar bitcoins- tíansheldur nakrar elcoins - eru eftir í felagsins løgum, nú, tá ið tað er keypt sum keypast kann.
Tað er bara fáum beskorið at verða tituleraður við heitinum formaður. Kinverski kommunisturin Mao formaður var ein,og chartersjonglørurin Símun Spies var ein annar. Harvið er Karstin formaður millum tey fáu í heimssøguni, sum hava fingið ta tignina krøkta í seg. Umframt hetta er tað hitt stóra mysterium við taskuni. Tey flestu minnast reyðakuffertið hjá Egon Olsen, og eldri sjómenn tosaðu ofta um taskuna hjá Sámali á Smyrli. Onkur hevði sníkt seg at hyggja í hesa seinru, og har vóru bert ein tummastokkur og eitt ilt av einari lummalykt. Ivin um hvat ið liggur í taskuni hjá formanninum er farin at ríða mongum sum ein marra. Í siciliansku Cosa Nostra tosaðu teir ofta um mannin við barberblaðnum, hin serliga útvaldi, ið var settur til at snitta ein illoyalan fylkismann við einum barberblaði, hildið í lógvanum, oman eftir spengrunum í hálsinum. Eftir tað lá hesin á gólvinum í hvíta klædninginum díktur undir í egnum blóði. Í okkara føri er tað maðurin við taskuni, og lítið bendir á, at nakar megnar at fáa greiði á størsta mysterium í felagsins søgu fyri ikki at siga í søguni hjá Runavíkar kommunu.
Vit vita bara, at hann er dugnaligur ravmagnari og klokkari, og at hann tók yvir sum oddviti í felagnum, tá ið standurin var ringur. Ítróttarliga og fíggjarliga. Í 2024 kom hann fram á torg við einum yvirskoti á 777 túsund krónir, hóast felagið hevur brillerað við einum uppkeypi á leikaramarknaðinum, sum slær allar rekordir. Tað sigst at Vága Floghavn hevur givið NSÍ møguleikan at húsast í einum kliva vesturi í Vágum soleiðis, at móttøkudelegatiónirnar ikki hava tørv á at ferðast aftur og fram millum Skálafjørðin og flogvøllin hvørja ferð ein nýggjur leikari lendur har vesturi. Í fjør eydnaðist tað at vinna greipuna við besta kvinnuliðnum og fjórða plássið í Betri deildini hjá monnum var serstakliga kærkomið, og helst ein orsøkin tilat felagið aftur er vorðið ein magnet, ið dregur ambitiøsar leikarar til Løkina. Í ár vænta vit fjepparar tað sama av kvinnunum og í minsta lagi at menninir enda á einum triðja plássi og helst í steypafinaluni. Minsta málið má vera, at menninir gerast føroyameistarar í 2027, tá ið felagið fyllir 70 ár.
Ongin kennir talið av tímum sum formaðurin - og valaliðið kring um hann - brúkar av sínari frítíð fyri at fáa fótbóltsfelagið í býnum at fungera so væl sum yvirhøvur gjørligt, og tað eigur at standa stór virðing um hesi fólk, sum ósjálvsøkið leggja so nógvar tímar og so nógva megi í felagsskapin hjá okkum øllum. Hetta er ein spegling inn- og úteftir av okkum øllum.
Á FSF-fundum sita teir framvegis ræðsluslignir, tá ið maðurin við taskuni í altarsklæðum kemur á fund í Gundadali í høvuðsborgini. Brandur, Christian, Tummas, Ransin o.a. vita ikki um ein hondgranat ella ein í festari til spreingiknøttar liggur í taskuni. Onkur heldur at Stig Davidsen kann hava snoddað seg fram til okkurt hesum viðvíkjandi, hann plagar at vita meiri enn tey flestu, og einasta alternativa keldan kann vera Eyðstein Skipanes, sum veit tað mesta um hvat ið kann henda um fest verður í eitt stuttfjús.
Borgarstjórin, sum annars ikki er forvitin av lyndi, gongur kortini við einari vón um, at ein masterplanur fyri hvussu NSÍ kann gerast føroyameistari longu í 2025 liggur í Føroya mest umrøddu tasku.
Tórbjørn Jacobsen