16/4/2025

Listaverk Í hópatali við Løkin

Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar.

Listaverk í hópatali við Løkin

Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. Aftur í ár skipa NSÍ Stuðlar fyri framsýningini, og eisini hesaferð eru fleiri av okkara fremstu listafólkum við.

Í fjør tóku NSÍ Stuðlar stig til at skipa fyri listaframsýning í Runavík. Tað er ikki nakað nýtt tiltak sum so, tí í mong harrans ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir.

Tá var tað Lions Club Eysturoy, sum í meira enn 30 ár skipaði fyri, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið – til nú.

NSÍ Stuðlar hava nú tikið táttin uppaftur, og báðar páskadagarnar kann listaframsýningin síggjast í Skúlanum við Løkin frá klokkan 14 til 20.

Tilsamans sýna eini 30 listafólk fram omafyri 100 listaverk, og millum listafólkini eru so kend nøvn sum Kári Svenson, Anna Mohr, Hilmar J. Højgaard, Livar Nysted og fleiri onnur.

Í ár verður tað býráðslimurin Petur Hansen, ið fer at seta framsýningina, og tað verður klokkan 14.30 páskadag klokkan 14. Talan er um eina søluframsýning, so her er eitt gott høvi hjá fólki at ogna sær góða list.

Atgongumerkið er samstundis lutaseðil, so ein heppin vitjandi kann við bara 50 krónum sum innsatsi vinna ein málning. Eisini fæst ein drekkamunnur til keyps og okkurt gott afturvið.

No items found.
30.7.24

Billa og Elin við WU15 landsliðnum til Baltic Cup

Føroyska WU15 landsliðið fer til Baltic Cup
28.7.24

23-ára gamal dani til NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við Rasmus Plauborg.
10.7.24

Nýggjur svenskur miðverji til NSÍ

30 ára gamal miðverji til NSÍ
9.7.24

Nýggjur miðvallari til NSÍ

25 ára gamal miðvallari skiftir til NSÍ frá Varberg BoIS
4.7.24

Skriv frá ítróttarstjóranum

Skriv í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið 28. juni 2024.
2.7.24

Kunningarskriv frá starvsnevndini í NSÍ

Í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ
30.6.24

Grein úr Vespuni 28.06

Grein skriva av Tórbjørn Jacobsen
27.6.24

Kunning: Parkering NSÍ - KÍ

Pakering samband við dystin fríggjakvøldi.
2.6.24

Úr Allsvenskan til Runavíkar

NSÍ hevur júst skrivað undir ein sáttmála við 34-ára gamla Viktor Agardius.