12/2/2025

LARS MARKMANSRUD OG NSÍ 2025!!

Verjukendi norðmaðurin kemur at spæla við NSÍ í 2025.

23 ára gamli norðmaðurin, Lars Markmanrud, og NSÍ hava í dag skriva undir sáttmála fyri kappingarárið 2025.

Lars kemur beinleiðis úr Jerv, har hann hevur spæl tað síðsta árið. Lars hevur sín uppvøkstur í Sandefjord, har hann m.a. hevur spælt 41 dystir í bestu norsku deildini. Eitt tíðarskeið hevur hann eisini spælt í Egersund.

Hann kann spæla í miðverjuni, á verjukenda miðvøllinum ella á høgra bakki, og kemur tí beint inn at kappast um eitt av hesum plássunum. Hann hevur sínar styrkir við verjukenda spælskilinum, men er samstundis góður og tryggur á bóltinum.

Lars hevur vant hesa vikuna, og vónandi verður hann at síggja á vøllinum til dyst, komandi vikuskiftið!

Saman standa vit sterk!

Høvuðsstuðul hjá NSÍ er NAVIGARE SP/F

www.navigare.fo

No items found.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.