7/2/2025

EMIL WEIHE JOENSEN GULUR 2025 OG 2026

Emil Weihe Joensen hevur í dag undirskrivað 2 ára sáttmála við NSÍ.

21 ára gamli Emil Weihe Joensen hevur í dag skrivað undir 2 ára sáttmála við NSÍ. Hart arbeiðandi miðvallarin er uppvaksin í B36, og hevur hann m.a. spælt 92 dystir í bestu deildini, har hann hevur umboðað feløg sum ÍF, Skála, B36 og EB/Streym. Hóast sín unga aldur, so hevur hálvi glyvramaðurin spælt nógvar dystir í bestu deildini, har hann eisini hevur spælt 6 Conference League dystir fyri B36.

Eisini hevur hann umboðað Føroyar á U17, U19 og U21 landsliðunum.

Í gulu blusuni gleða vit okkum at síggja ein mann, sum altíð hevur rætta hugburðin, arbeiðir hart og hevur góð evnir við bóltinum.

Emil byrjar til venjing longu í kvøld, og vónandi fáa vit sæð hann á vøllinum í morgin, har vit taka ímóti F.C Suðuroy við Løkin.

Hjartaliga vælkomin, Emil!

SAMAN STANDA VIT STERK!

Keldur: faroesoccer.fo

Høvuðsstuðul hjá NSÍ er NAVIGARE SP/F

www.navigare.fo

No items found.
28.4.23

Klæmint hetjan í yvirtíðini!

Vit gulu gleðast, tá okkara egnu útmerka seg sum yrkisleikarar uttanlands.