16/2/2024

Aðalfundur hjá NSÍ 2024

Hóskvøldið 15. februar hevði NSÍ sín árliga aðalfund.

Formaðurin Karstin Joensen greiddi frá, hvussu gongdin hevði verið í felagnum í kappingarárinum 2023. Ítróttarliga kann felagið frøðast yvir flotta úrslitið hjá besta kvinnuliðnum, og at felagið aftur hevði vunnið sær sess í bæði bestu og næstbestu mansdeildini. Samstundis hevur felagið eisini staðið seg væl í teimum yngri deildunum.

NSÍ hevur seinasta árið skipað seg eitt sindur øðrvísi. Felagið hevur sett ein stjóra í fulla tíð, ið hevur tikið sær av øllum tí praktiska. Eisini hevur felagið sett eitt ungdómstoymið, ið hevur skipað allan ungdómsfótbóltin og staðið fyri ymiskum sosialum tiltøkum. Saman hevur hetta skapað eitt gott grundarlag fyri NSÍ, og sæst hetta aftur í vaksandi talinum av virknum limum í felagnum.

Roknskapurin bleiv lagdur fram og góðkendur. Úrslitið vísti eitt avlop á eina góða millión.

Seinasta punkt á aðalfundinum var val av nýggjari starvsnevnd. Fimm limir høvdu undan aðalfundinum valt ikki at stilla up aftur; Tanja Huneck, Bárður Højgaard, Annika D. Jacobsen, Oddvør Jacobsen og Dan Lamhauge. Tískil skuldu nýggir limir inn í starvsnevndina. Fimm nevndarlimir stóðu fyri valið: Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge. Øll fimm blivu einmælt vald inn í nevndina.

Starvsevndin hjá NSÍ sær tí soleiðis út:

Karstin Joensen, Andreas Lamhauge, Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge.

Nevndin skipar seg fyrst í komandi viku. NSÍ takkar Tanju, Bárður, Anniku, Oddvør og Dan fyri alt arbeiðið, ið tey hava gjørt fyri felagið.

Vit gleða okkum til kappingarárið ‘24.

SAMAN STANDA VIT STERK!

No items found.
3.2.24

Petur Knudsen er heima aftur !!!

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.
31.1.24

Aðalfundur 15. februar

Lýst verður til aðalfund hjá NSÍ hósdag 15. februar klokkan 19:00 í NSÍ-hølinum.
29.1.24

Konrad Gustafsson til NSÍ

26-ára gamli sviin hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.
24.1.24

Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

NSÍ og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava skrivað undir nýggja avtalu, soleiðis at Jóhan heldur fram sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum.
22.1.24

VFF CUP Menn 2024 – eitt 2.pláss

Fyrsti dystur hjá nýggja venjarinum, Jens Wedeborg, var 20 januar VFF Cup móti 07 Vestur. Dysturin bleiv leiktur á Svangaskarði. Okkara vunnu hendan dystin greitt 4-1.
8.1.24

Málkongurin leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025. Og vónandi nógv ár afturat.
23.12.23

Julia Naomi Mortensen við NSÍ komandi kappingarár

Julia Naomi er 23 ára gomul, og kemur av Tvøroyri. Hon leikti síni ungdómsár við TB, men flutti til HB í 2017.
22.12.23

Landsliðsleikari heldur fram

Sara Samson Lamhauge verður aftur at síggja í gulum kappingarárinum 2024.
19.12.23

Asbjørn Tungá verður í venjaratoyminum

40-ára gamli klaksvíksingur, Asbjørn Tungá, kemur í kappingarárinum 2024 at vera hjálparvenjari hjá besta mansliðnum.