19/2/2025

AÐALFUNDUR 2025

Fíggjarliga betri ár enn væntað

Í kvøld, mikudagin 19. februar, varð aðalfundurin hjá NSÍhildin.
Ken Nónklett varð valdur til fundarstjóra, og Jóna Kristiansen til skrivara.
Skráin var sambært viðtøkum felagsins.

 

Ársúrslitið – Ein góð millión betri enn væntað

Ársroknskapurin hjá NSÍ varð lagdur fram av AsfinniSigvardsen, sum staðfesti, at úrslitið var ein góð millión betri enn væntað.Roknskapurin vísti eitt positivt úrslit upp á 777.000 kr., hóast væntanir viðársbyrjan í fjør vóru eitt hall á knappar 300.000 kr.

Høvuðsorsøkin til hetta betraða úrslitið var, at tiltøkini,sum felagið hevur fyriskipað og luttikið í, hava skapt størri fíggjarliganvinning, enn roknað varð við.

Roknskapurin varð einmælt góðkendur.

 

Formansfrágreiðing

Karstin Joensen legði fram formansfrágreiðingina og greiddifrá gongdini í felagnum. Hann legði dent á frálíka úrslitið hjá bæði kvinnunumog monnunum í 2024, um týdningin av ungdómsarbeiðinum og framtíðarmenningararbeiðinum og setan av høvuðsungdómsvenjaranum.

“Kjarnin í einum felagskapi sum okkara er sjálvbodnaarbeiðið, eldsálirnar og stuðlarnir. Hetta eru fortreytir, sum vit hava góðar íNSÍ-felagskapinum - takk skulu tit øll hava fyri tykkara leiklutir"

 

Sitandi nevnd:

Karstin Joensen, formaður

Andrias Lamhauge, næstformaður

Herbjørg H. Jøkladal,kassameistari

Annika Klein, skrivari

Høgni Lamhauge, nevndarlimur

Oddfríður Gaardbo,tiltakslimur

Wenzel Olsen, tiltakslimur

Karstin Joensen, AndriasLamhauge og Herbjørg H. Jøkladal stóðu fyri vali, umframt tiltakslimirnir OddfríðurGaardbo og Wenzel Olsen.  
Andrias Lamhauge hevði boðað frá, at hann ikki tók við afturvali.
Jóhannes Nielsen varð skotin upp og valdur.

 

Formaðurin handaði fráfarandi næstformanni eitt heiðurstekinfyri trúfast íkast sum stuðul og starvsnevndarlim.
Heiðurstekinið hevði Jón Ingi Tausen serframleitt til høvi, eftir ynski frástarvsnevndini.

 

Nýggja nevndinskipaði seg soleiðis:

 

Val av nevnd

Karstin Joensen, formaður

Høgni Lamhauge, næstformaður

Herbjørg H. Jøkladal,kassameistari

Annika Klein, skrivari

Jóhannes Nielsen, nevndarlimur

Oddfríður Gaardbo,tiltakslimur

Wenzel Olsen, tiltakslimur

 

(Oddfríður Gaardbo manglar á felagsmyndini)

No items found.
23.8.24

Venjaratoymið hjá NSÍ heldur fram næsta ár

Venjaratoymið heldur fram
21.8.24

Betuel Hansen gulur 2025, 2026 og 2027!!

Betuel Hansen 3 ár afturat
15.8.24

Beinir Nolsøe nýggjan sáttmála

Beinir Nolsøe nýggjan 2-ára sáttmála
1.8.24

Verjuskansin takkar fyri seg

Oddur Højgaard takkar fyri seg í NSÍ.
30.7.24

Billa og Elin við WU15 landsliðnum til Baltic Cup

Føroyska WU15 landsliðið fer til Baltic Cup
28.7.24

23-ára gamal dani til NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við Rasmus Plauborg.
10.7.24

Nýggjur svenskur miðverji til NSÍ

30 ára gamal miðverji til NSÍ
9.7.24

Nýggjur miðvallari til NSÍ

25 ára gamal miðvallari skiftir til NSÍ frá Varberg BoIS
4.7.24

Skriv frá ítróttarstjóranum

Skriv í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið 28. juni 2024.