Taptu 2-1, men ein mannfólkainnsatsur!!

Hóast eitt tap uppá 2-1 á útivølli ímóti Dinamo Minsk, so kunnu okkara menn halda høvdinum høgt, nú teir byjra sína ferð heimaftur til Føroyar. Innsatsurin var heilt frammúr, og mennirnir stríddust sum svakir. Fantastiskt at síggja NSÌ liðið arbeiða so hart í dag.

Vit koma afturum 1-0 beint áðrenn hálvleik, og stutt inn í 2 hálvleik bleiv 2-0 til Dinamo Minsk. Men stutt undan dystarenda fingu vit eitt fríspark uttan fyri feltið hjá Dinamo Minsk. Petur Knudsen tók sær av frísparkinum, og høgdi bóltin í kassan til endaliga úrslitið 2-1.

Ein megnar dystur fyri NSÌ, og allir leikararnir kunnu við stoltleika reisa heimaftur til Føroyar, vit eru øll stolt og errin av tykkum, og fara nú øll á Svangaskarð komandi hósdag at stuðla liðnum. Øll trúgva uppá møguleikan at vinna seinna dystin.

Tit eru óførir allir samlir!

Saman standa vit sterk!!!

 

 

Líknandi tíðindi