Einki stig i kuldanum: NSÍ-Víkingur 0-2

Meðan Víkingur tykist hava beina kós ímóti meistaraskapinum, stríðast okkara menn við at venda skeivu gongdini, ið verið hevur síðstu dystirnar, og vit máttu í dag leggja rygg til enn eitt tap. Fótbóltsveðrið var annars á eini leið, eitt kalt lot norðaneftir og til tíðir hvítar flykrur við Løkin í dag.

Tað vóru ikki serliga nógvir málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Víkingur hevði bóltin nógv mest, og okkara tóktust fjálturstungnir, tordu ikki nóg væl at spæla og lossaðu í ov stóran mun frameftir. Besta periodan í dystinum var fyrsta korterið í seinna hálvleiki, tá okkara spældu skjótan góðan álopsfótbólt, og vóru teir hepnir, kundu teir havt lagt seg á odda ta løtuna.

Fyrsta korterið í dystinum hendi ikki tað stóra. Víkingar komu til 2 rímuligar skotstøður, sum onki kortini spurdist burturúr. Okkara fyrsta roynd á málið var ikki fyrrenn í 16. minutti, tá Árni skeyt fríspark úr 30 metrum væl uppum.

Víkingar spældu seg til ein 100% málmøguleika í 19. min. Eftir gott uppspæl í høgru kom Bassene at standa púra leysur mitt fyri, men Kristian stórbjargaði skotinum. Í 25. min. vóru aftur boð eftir Kristian, tá Ble skallaði hornaspark á málið, men Kristian fekk bjargað útaftur í brotsteigin.

Í 33. min. spældi Sjúrður Jann Martin, sum dróg til høgru og kom í góða skotstøðu beint uttanfyri brotsteigin, men skotið fór beint framvið. Í 36. min. kom Árni í góða skotstøðu í høgru síðu, men Geza bjargaði royndini.

Í 39. min. var aftur vandi í okkara brotsteigi, tá Víkinga áleypari lyfti bóltin uppum Kristian, sum var á veg út, men Pál fylgdi upp og fekk skallað út til horna.

Í 42. min. sleppur Ari ígjøgnum í høgru síðu, legði innfyri til Magnus, sum skeyt framvið nærmaru stong. Fyrri hálvleikur var annars sum heild tamur við lítlari leikferð og fáum málmøguleikum.

Sum áður nevnt, so var fyrsta korterið í seinna hálvleiki besta periodan hjá okkara monnum. Í 46. min. er tað Ari, sum dregur ígjøgnum í høgru síðu og skjýtur innfyri eftir jørð. Bólturin fer aftanfyri Geza Turi beint framvið málinum, og tíverri var ongin at fylgja upp.

Í 58. min. var eitt sera væl gjøgnumspælt NSÍ álop. Byrjaði afturi í vinstru hjá Jens, sum spældi Óla, sum spældi Magnus, sum spældi Klæmint, sum legði bóltin til Árna, sum skeyt beint framvið. Í 59. min. leggur Ari bóltin væl innfyri, men Geza boksar burtur.

Í 68. min. fáa Víkingar mál. Upprunin til málgevandi álopið var annars eitt heldur klossut fríspark einar 10 metrar inni á okkara hálvu. Víkingaálopið endaði við innleggi úr høgru síðu, har Ble er fyrstur á bóltin og skallar í netið og so var 1 – 0 til Víkingar.

Í 73. min. økja teir til 2 – 0 við brotssparki. Brotsparkið bleiv dømt fyri at bólturin bleiv spældur í armin á einum av okkara aftaná hornaspark. Ble tók sær av tí, fekk sær stutt renningarlop – gekk 2 fet og steðgaði á, Kristian tveitti seg, og Ble legði so bóltin í hitt borðið, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Í 76. min. legði Ari innlegg til Klæmint sum skallaði á málmannin – annars var ikki nógv at skriva um síðstu løtuna. Víkingar vóru nøgdir og okkara hinvegin høvdu ikki tað, sum skuldi til fyri at venda dystinum.

Næsta uppgávan verður í Streymnesi. Á pappírinum ein stór uppgáva, men ongin ivi er um, at okkara menn mugu spæla meira álopssinnað, enn teir gjørdu í dag, hóast tað kann kosta í hinum endanum, tí álopsparturin hevur stórt sæð riggað væl higartil í ár, meðan defensivi parturin hinvegin hevur haltað. Tað snýr um at geva sær tíð, hava tol og at tora at spæla, so skulu úrslitini nokk koma – drívið á dreingir.

Hagtøl:

NSÍ – VÍKINGUR 0 – 2 (0-0)
68’ 0 – 1 Evrard Ble
73’ 0 – 2 Evrard Ble (brts)

Liðið hesaferð: Kristian, Monrad, Jens, Pál, Sjúrður, Jann Martin, Óli, Árni, Ari, Magnus og Klæmint.

Dómari: Lars Müller

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=208]

Líknandi tíðindi