Tætt men rætt: NSÍ-Víkingur 1-0

NSÍ hevur í kvøld vunnið týðandi dystin móti nýkosnu steypavinnarunum úr Víkingi 1-0 við Løkin. Andrias á Líknargøtu skoraði okkara mál í 81. minutti.

NSÍ byrjaði við hesum 11 á vøllinum: Kristian, Monrad, Helgi, Pól Jóhannus, Sjúrður, Jann Martin, Magnus, Andras, Árni, Klæmint og Andrias

NSÍ kom betur í gongd í dystinum og sat á mesta spælinum fyrstu løtuna. Tó var langt millum málmøguleikarnar, meðan Víkingar vóru vandamiklir, tá teir komu fram á vøllin.

Klæmint kom væl framvið í høgru síðu í 11. minutti, men innleggið bleiv avrættað framvið teimum gulu. Í 17. minuti vann Andrias eitt fríspark høgru megin beint uttanfyri brotsteigin. Frísparkið frá Árna fór úr til horna, og síðani sendi Jann Martin eitt skot beint uppum málið.

Í 28. minutti hevði Víkingur eitt vælspælt álop í høgru síðu, og endaðu teir við at fáa bóltin í málið, men flaggið var uppi fyri rangstøðu.

Magnus hevði eitt skot útifrá úr høgru síðu í 33. minutti, men Geza bjargaði. Magnus sendi somuleiðis eitt innlegg innfyri úr høgru síðu í 38. minutti, men skot fekst ikki rættiliga á.

Í 42. minutti fer NSÍ í skjótálop, sum endar við einum fløtum innleggi frá Jann Martin, sum verður beint til horna. Árni tók eitt stutt horna til Andrias, fekk bóltin aftur og sendi hann so móti handaru samankoming, men bleiv hann í evstu løtu beindur út til nýtt hornaspark.

Fyrri hálvleikur endaði málleysur. Teir gulu høvdu verið grammari uttan tó at koma til teir stóru uppløgdu málmøguleikarnar. Hinvegin tóktust víkingarnir nøgdir við at taka tað meiri róligt – kanska sat steypafinalan í beinunum – og so heldur satsa uppá nøkur fá vælspæld álop.

Víkingur hevði verið betur við móti endanum av fyrra hálvleiki. Tí var spennandi at síggja, hvussu leikur fór at fara eftir steðgin.

Eins og í fyrra hálvleiki legði NSÍ grammari fyri, og gjørdust royndirnar vandamiklari. Tvey álop í 49. minutti endaðu við, at seinasta avleveringin manglaði.

Magnus sendi eitt flatt skot móti málinum í 52. minutti, men Geza fekk júst beint tað til horna. Árni royndi seg eisini við einum skoti útifrá í 55. minutti.

Andras og Andrias fingu gult kort í 55. og 56. minutti.

Víkingur kom longur fram á vøllin, og royndi NSÍ seg við skjótálopum í 57. og 58. minutti, men aftur manglaði tað seinasta. Menn tóktust eitt sindur troyttir hesa løtuna – NSÍ hevði í stóran mun staðið fyri trýstinum í dystinum.

Klæmint hevði eitt gott skot í 59. minutti, ið varð beint út til horna. Pál kom á vøllin fyri Helga.

Víkingur var nær við at leggja seg á odda. M.a. rakti Joseph á tvørtræið í 71. minutti.

Árni var sera eyðsýndur í vinstru síðu, og sendi hann næstu løtuna fleiri góð innlegg innfyri. Fyri tað mesta stóð Víkingarverjan stinn.

Besta innleggið sendi Árni innfyri í 73. minutti. Klæmint kom í rættu støðuna at høvda bóltin og var púra leysur, men onkursvegna rakti hann ikki bóltin rætt.

Andrias hevði eitt gott skot úr høgru í 75. minutti, men Geza pareraði. Og í 76. minutti sendi Pól Jóhannus eitt skot móti málinum, sum varð beint til horna. Og í 78. minutti royndi Andras seg eisini við skoti útifrá.

Dysturin var komin inn í eitt avgerandi tíðarskeið, tá NSÍ loksins tók leiðsluna. Bólturin varð spældur úr vinstru síðu til Andrias, sum við einum trimum Víkingum rundanum seg vendi sær á, og skjeyt bóltin móti handaru stong. Bólturin støkk í vøllin og smeyg sær inn við stongini.

Seinastu løtuna royndi Víkingur at fáa útjavnandi málið, men tíðin var farin at renna undan, og hinvegin fekk NSÍ onkran kontramøguleika.

Seinasta stóra kjansin fekk Víkingur í seinasta minutti av vanligu leiktíðini, tá Kaj Leo sendi eitt flatt skot beint framvið handaru stong.

Frøin var stór, tá Alex bríkslaði fyri seinastu ferð, og sigurin varð veruleiki.

Dysturin kundi verið farin báðar vegir. Víkingur hevði nakrar stórar málmøguleikar og hevði sum heild nokk betri gjøgnumspæld álop, men teir gulu tóktust grammari og kanska fúsari at renna, tað sum rennast skuldi í dag.

Sigurin var kærkomin, og eru vit nú á einum deildum 6. plássi saman við B36, 7 stig frammanfyri B68 á 8. plássi. Næsta avbjóðing verður ikki minni enn í dag – vit møta KÍ í Klaksvík nú sunnudagin.

Niðanfyri eru myndir, sum Johnny Lamhauge tók.

[nggallery id=226]

Líknandi tíðindi