Tað er ein spurningur um loyalitet

“Tað er ein spurningur um loyalitet!”

Í 2019 kom litríki vábingurin Búi Egilsson til NSÍ. Fýra ár seinni hevur hann spælt 100 dystir fyri NSÍ. Nú NSÍ flutti niður í næstbestu deildina, so kundi hugsast, at royndir spælarar hava hug at royna eydnuna aðrastaðni í bestu deildini.

Man følir ábyrgd, tá man flutti niður við NSÍ. Tí ætli eg mær at hjálpa NSÍ við at flyta upp aftur.

Búi Egilsson

NSÍ-formaðurin Karstin Joensen sigur, at hann er sera fegin um, at Búi velur at taka enn eitt tørn fyri NSÍ.

Tað er nú, at vit øll skulu standa saman um NSÍ, og tí gleðist eg um, at ein royndur leikari sum Búi Egilsson hevur skrivað undir, nú vit veruliga hava brúk fyri tí.

Karstin Joensen, formaður

Sáttmálin hjá Búa er galdandi í 2023 og 2024.

– Saman standa vit sterk

Líknandi tíðindi