Tað bleiv FC Differdange 03

Lutakast var um fyrstu umførini í Europa League 2012-13 í dag.

NSÍ skal leika móti FC Differdange 03 úr Luksemburg í fyrsta undanumfari hósdagarnar 5. og 12. juli.

Talan er um eitt stórfelag í luksemburgskum fótbólti, sum hevur vunnið meistaraheitið og steypakappingina fleiri ferðir.

Differdange kom í Europa League við at gerast nummar 4 í luksemburgsku landskappingini 2011-12.

Væntandi verður fyrri dysturin í Luksemburg hósdagin 5. juli, meðan seinni dysturin verður leiktur á Ovara Vølli í Gundadali hósdagin 12. juli, eftirsum Svangaskarð ikki er klárt at nýta enn.

Heimasíðan hjá FC Differdange 03 er at finna her.

Meiri verður at frætta í næstum.

Líknandi tíðindi