Skráin fyri fótbóltsskúlan hjá NSÌ 7.-8. juli

Skráin til summar fótbóltsskúlan fyri ungdómsleikarum og venjarum hjá NSÌ er nú klár:

Mikudagur 6. juli kl 19.00 í NSÌ hølunum: Fundur fyri ungdómsvenjarunum – fyrireiking av venjingini 7. og 8. juli. Allir ungdómsvenjarnir vera bidnir um at møta

Hósdagur 7. juli kl.10.00-12.00 : Fyrraparts venjing fyri piltar a og b, smádreingir, dreingir og gentur 12-14 ár

Hósdagur 7. juli kl.12.00-13.00: Suppa, frukt og vatn til leikarar og venjarar

Hósdagur 7. juli kl 13.00-16.00: Seinnapartsvenjing fyri piltar a og b, smádreingir, dreingir og gentur 12-14 ár

Fríggjadagur 8. juli kl 10.00-12.00: Fyrrapartsvenjing fyri pinkulingar, smápiltar, piltar c, d og e, pinkur og gentur 10-12 ár

Fríggjadagur 8. juli kl 12.00: Suppa, frukt og vatn til leikarar og venjarar

Fríggjadagur 8. juli kl 12.00-15.00: Seinnapartsvenjing fyri pinkulingar, smápiltar, piltar c, d og e, pinkur og gentur 10-12 ár

Fríggjakvøldið 8 juli kl 19.00: Framløga Anders Veller og Jacob Tind – hvussu verður ungdóms og talentvenjingin hjá Silkeborg fyriskipað?. Framløgan er ætlað øllum ungdómsvenjarunum hjá NSÌ

Leikarnir og venjarnir vera bidnir um at vera í hóskandi venjingarklæðum og skulu hava sín egna bólt við.

Aftaná venjingina fáa leikarnir: Luttøkuprógv, t-shirt og vatndunk

Leikarnir sum enn ikki hava teknað seg vera bidnir um at siga liðvenjaranum frá beinanvegin.

Alt tiltakið í samband við fótbóltsskúlan er ókeypis

—————————————————————————————————————————————-

Ì døgunum 7-8 juli, skipar ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri fótbóltsskúla fyri yngru liðini.  At standa á odda fyri venjingini vera tveir ungdómsvenjarir frá Silkeborg Fodboldsklub.

Talan er um Jacob Tind Pedersen og Anders Veller. Báðir hava drúgvar royndir sum ungdómsvenjarir í Silkeborg og arbeiða eisini dagliga við talentmenning av ungum leikarum í Silkeborg IF.

Fótbóltsskúlin byrjar  hósdagin 7 juli, tá venjing er fyri piltar a og b, smádreingir, gentur 12-14 ár og dreingir. Fríggjadagin er venjing fyri pinkulingar, pinkur, smápiltar, piltar c,dog e, og gentur 10-12 ár.

Okkara ungdómsvenjarir vera við sum hjálparvenjarir og eisini koma Jacob og Anders at greiða frá um hvussu ungdómsvenjingin er fyriskipað í Silkeborg.

Fótbóltsskúlin er ókeypis fyri allar ungdómsleikararnar hjá NSÌ.

Tilmeldingin fer fram á tann hátt, at børnini boða sínum liðvenjarum skjótast møguligt frá at tey ynskja at vera við á fótbóltsskúlanum. Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 4 juli.

Endaliga skráin fyri fótbóltsskúlanum verður løgd út á heimasíðuna seinni í hesum mánaðinum.

Verið hjartaliga vælkomin.

Ungdómsnevndin hjá NSÌ

Upplýsingar um venjarnar:

Jacob Tind Pedersen

A-licens
Cheftræner U15Jacob Tind.jpg
Instruktør på Silkeborg Fodbold College
Instruktør på Talent Team
Talentadministrator
Jacob startede sin trænergerning i Silkeborg Talent Center, hvorefter han kom til SIF i 2006 som assistent for klubbens U17-hold. Herefter var han træner for U13 i tre år, inden han i 2010 blev træner for U15.

 

 

Anders Veller:
I sin aktive og alt for skadesplagede karriere spillede Anders Veller 67 kampe for SIF, hvori han nettede 7 gange

Træner U17
Instruktør på Silkeborg Fodbold College

Instruktør på Silkeborg Talent Center
Påbegyndt A-licens januar 2010
Sportsterapeut

Líknandi tíðindi