Stuðulsrenningin er útsett til mánadagin 14.sept kl 18
Stuðulsrenningin sum skuldi verða nú mánadagin er útsett til mánadagin 14. sept kl 18
Møti fjølment til stuðulsrenningina 14.sept kl 18
Stuðulsrenningin sum skuldi verða nú mánadagin er útsett til mánadagin 14. sept kl 18
Møti fjølment til stuðulsrenningina 14.sept kl 18
Jákup Jakobsen hevur skrivað undir við NSÍ. Sterki stríðsmaðurin av Skála hevur leikt 116 dystir fyri Skála í Betri deildini, og skiftir nú til NSÍ. Vit gleða okkum at síggja Jákup í gulu blusuni í 2020. Vit bjóða Jákupi vælkomnum til NSÍ og ynskja honum bestu eydnu.
Helst eiga vit bestu hagtøl í Føroyum – møguliga í heiminum. Hvørja viku kunnu NSÍ-fjepparar síggja hagtøl frá øllum NSÍ-dystunum kring landið. Heilt frá U6 til Effo. Hvør tann einasti málskjúttin verður skrásettur. Eisini fylgja sum oftast onkrar viðmerkingar við. Maðurin handan hesi hagtøl er sjálvandi Jonhard Hilmarson Hansen, ið trúliga dagførir facebook-síðuna eftir hvønn…
Rókin er aftur í ár ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit eru fegin um góða stuðulin, sum Rókin stuðlar við.
23 ára gamli landsliðsspælarin, Pól Jóhannus Justinussen, sum síðsta hálva árið hevur spælt við danska superligufelagnum, AaB, verður nú aftur at síggja í føroyskum fótbólti, tí í kvøld hevur hann skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri restina av hesum kappingarárinum. Pól Jóhannus hevur ikki spælt fyri barndómsfelagið, NSÍ, síðani august 2008, tá hann skifti til…
Raclip stuðlar NSÍ, vit eru takksom fyri stuðulin.
Uppfylgjandi tíðindi Tað eydnaðist ikki hjá Glenn og NSÍ at finna eina semju, um framhaldandi samstarv í ár og fyri 2021, og tískil valdi NSÍ at enda samstarvið við Glenn Ståhl. Vit í NSÍ vilja takka Glenn fyri avrikið og góða úrslitið í Europa League. NSÍ ynskir Glenn Ståhl alt tað besta framyvir.
Ongar vørur eru í kurvuni