Stuðulsrenning mánadagin 7.sept kl 18.00

Fótbóltsspælarar (bæði gentir og dreingir) hjá NSÍ fara mánadagin 7. september kl 18.00 at renna so langt sum tey klára í 30 min.

Stuðulin skal brúkast til rakstur av ungdómsarbeiðinum hjá NSÌ

Ymiskir lutir verða burturlutaðir ímillum øll tey sum stuðla, ma, kann ein vinna sodavatn, laksaportiónir, saltfisk, gávukort og eina telefon

Í ítrótti er luttøkan ofta vinningur í sjálvum sær, men Fótbóltsdeildin hevur gjørt av, at rennarnir skulu eisini hava okkurt at kappast um. Tann rennarin í hvørjum aldursbólki, sum rennur flestar krónur inn vinnur ein sodavatnkassa. Bólkarnir verða hesir:

U16 gentir og dreingir

U14 gentir og dreingir

U12 gentir og dreingir

U10 gentir og dreingir

U8 gentir og dreingir

Undir skúlaaldur

Eftir renningina: Tá øll eru liðug at renna, fáa vit ábit og okkurt at drekka.

Avvarðandi hjá børnunum eru vælkomin at hjálpa til, við at staðfesta/skráseta hvussu langt børnini renna.

 

 

 

 

Líknandi tíðindi