Stuðulsrenning fyri ungdómsarbeiði hjá NSÍ verður í dag kl 18.00

Bæði gentur og dreingir fara fríggjadagin 31 august kl 18.00 at renna so langt sum tey klára í 30 min.

Stuðulin skal brúkast til rakstur av ungdómsarbeiðinum hjá NSÌ

Tann ið stuðlar, játtar seg at gjalda eitt oyratal fyri hvønn metur, sum leikarin rennur í 30 min.

Ein Ipad Wifi 16 GB verður at vinna millum øll tey sum eru við at stuðla fíggjarliga.

Í ítrótti er luttøkan ofta vinningur í sjálvum sær, men ungdómsdeildin hevur gjørt  av, at rennarnir skulu eisini hava okkurt at kappast um. Tann rennarin í hvørjum aldursbólki,  ið rennur flest pengar inn tilsamans í hvørjum aldursbólki, fær ein kassa av sodavatn.

Aldursbólkarnir eru hesir:

 

  • Børn f. eftir 2004  (yngri enn 8 ár)
  • Børn  f. 2002-2004 (8-10 ár)
  • Børn f. 2000-2002  (10-12 ár)
  • Børn  f. 1998-2000 (12-14 ár)
  • Børn f. 1995-1997 (16-18 ár)

 

NB: Sami rennari kann ikki fáa fleiri vinningar.
Tá øll eru liðug at renna, fáa vit ábit og okkurt at drekka.

Um veðrið er til vildar, so grilla vit, annars fáa vit okkurt at eta í NSÍ hølinum.

Avarðandi at børnunum eru vælkomin at hjálpa til, at skráseta hvussu langt børnini renna.

NSÍ takkar fyri stuðulin.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi