Betri-liðini

Stórtap á Ólavsøku

Frásøgn við Jan Rasmussen

Líkindini og karmarnir vóru av teimum allarbestu í dag, tá NSÍ skuldi royna at endurtaka bragdið frá seinastu vitjan í Gundadali. Ta ferðina varð HB smurt av við málsóknum og ágangandi spæli, har okkara veruliga vístu, at teir kunnu spæla upp móti øllum. Mótstøðuliðið í dag var hitt havnarfelagið, ið ikki hevur havt sama flogið í ár, sum í fjør.

Teir hvítklæddu úr Havn vístu ikki stórvegis gestablíðni í dag, hóast Ólavsøka var, tí teir góvu okkara ein veruligan frammaná, ið kemur at svíða í nakrar dagar.

Tað tóktist, sum okkara als ikki vóru komnir rætt í fótbóltsskógvarnar. Alt ov lítið grammir og neyvir frá byrjan av. Hetta dugdu menn sum sera eyðsýndi Jákup á Borg og Lukasz Cieslewisz at gera sær dælt av. Serliga Jákup var ein støðug hóttan móti NSÍ verjuni.

B36 trýsti frá byrjan av. Longu í fjórða minutti endar eitt álop hjá B36 við at Símun Joensen fekk sent eitt innlegg innfyri frá baklinjuni í okkara høgru síðu. Mitt fyri stóð ungi Dánjal Rói Olsen, ið við høvdinum stýrdi bóltinum í netið, uttan møguleika hjá Kristianni at bjarga. Her var alt ov leyst, men tað tóktist ikki rína við hjá okkara monnum, ið høvdu sera trupult við at fóta sær.

NSÍ liðið manglaði leikbannaða Árna Frederiksberg, ið hevur verið ein tann mest týðandi leikarin í ár. Hetta merkti álopspælið hjá NSÍ, tí tað vóru ov fá gjøgnumbrot í síðunum.

Sjúrður mátti skaddur av vøllinum longu í tíggjunda minutti. Viljormur Davidsen, ið var byrjaður sum vinstri vongur, fór so aftur á vinstra bakkplássið, og Óli Arge kom inn á vinstra vong ístaðin. Hendan neyðuga umskipanin, saman við málinum hjá B36, tóktist órógva NSÍ spælið nógv. Miðjan hevði trupult at fáa takið og álopið hevði lítið at arbeiða við.

Tað gingu meira enn tjúgu minuttir, áðrenn NSÍ hevði sítt fyrsta gjøgnumspælda álop, tó uttan at vera vandamiklir. NSÍ vóru tá við í dystinum eina løtu. Men tað vóru enn B36, ið vóru teir vandamestu. NSÍ hevði ongan veruligan møguleika í fyrsta hálvleiki. Vónirnar vóru tó rímiligar til seinna hálvleik, tí tað tóktist ikki mangla so øgiliga nógv í, til okkara kundu melda seg inn í dystin aftur.

Seinni hálvleikur var júst byrjaður, tá okkara snorksova og Bárður Olsen fær loyvi at loysa av beint uttan fyri brotsteigin. Bólturin siglir uppum Kristian í málið. Hetta var sum ein vátur vøttur frammaná.

Okkara fella tó ikki í fátt. Teir royna at fáa nakað av spæli í lag, men eru fyri tað mesta heldur óneyvir. Tað hendir ikki stórvegis til NSÍ fær horna í 67’ minutti. Viljormur skýtir bóltin innfyri í tveimum umførum, trunkaspæl frammanfyri B36 málið endar við, at bólturin støkkur út til Jann Martin, sum langar hann inn undir nettakið hjá Meinhardi Joensen.

Nú var spenningur í dystinum aftur. Hetta vardi tó bert eina stutta løtu. Í 73’ minutti sleppur Jákup á Borg leysur í okkara høgru síðu og sendir innfyri til Dánjal Róa Olsen, ið nemt kann seta bóltin í málið hjá NSÍ.

Tá fór luftin úr okkara monnum. B36 megnaði at skora tvey mál aftrat. Tað eina eftir horna og trunkaspæl. Og tað fimta málið kom eftir at okkara mistu í uppspælinum – bólturin kom innfyri til Gunnar Zachariasen, sum setti bóltin beint í málið.

Samanumtikið ein dystur, ið ikki kann brúkast til tað stóra annað enn at vera ein áminning um, at hvør dystur er trupul – tað krevst ein stórur innsatsur hvørja ferð, um nakað skal fáast burturúr. Men liðið hevur prógvað áður, at tað ber væl til at vinna á øllum. Hetta skulu vit sýna í verki til næsta dyst móti fuglfirðingum, ið ikki skulu fáa eins lætt spæl, sum B36 fekk í dag.

Koyrið á!

5 min. 1-0 Dánjal Rói Olsen
48 min. 2-0 Bárður Olsen
69 min. 2-1 Jann Martin Mortensen
74 min. 3-1 Dánjal Rói Olsen
88 min. 4-1 Pól Jóhannus Justinussen (sjálvmál)
91 min. 5-1 Gunnar Zachariasen

NSÍ:
Kristian
Monrad, Helgi, Jens (80’ Pál), Sjúrður (10’ Óli, 74’ Andrias)
Jann Martin, Magnus, Andras, Viljormur
Klæmint, Pól Jóhannus

Myndir koma seinni…

Líknandi tíðindi